Minningarorð um Finnboga Ísakson

(Tá tingið kom saman aftur hósdagin helt løgtingformaðurin Edmund Joensen hesi minningarorð um fyrrverandi løgtingsformannin Finnboga Ísakson, sum andaðist mikudagin.)

Í gjár 7. september andaðist Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður 62 ára gamal.
Við deyða Finnboga hava vit ikki bert mist ein markantan politikara, men eisini ein tann dugnaligasta og mest beinrakna politiska eygleiðaran og viðmerkjaran.
Finnbogi Ísakson var føddur 7. februar 1943 í Klaksvík. Hann var sonur Onnu og Jógvan Isaksen úr Klaksvík. Finnbogi var tvær reisur giftur, fyrru ferð við Litu Godtfred úr Vági og eiga tey 2 synir, aðru ferð við Ásu Justinussen úr Havn. Tey áttu dóttrina Glæmu, sum doyði í 1986 bert 4 mánaða gomul.
Finnbogi Ísakson var útbúgvin tíðindamaður. Hann starvaðist bæði í útvarpi og sjónvarpi eins og hann arbeiddi við blað- og bókaútgávu. Hann hevur harumframt umsett hópin av bókum til føroyskt og var eisini ein gávuríkur táttayrkjari
Hóast Finnbogi bert gjørdist 62 ár og fór frá sum virkin politikkari á vári 2002, so hevði hann góð 33 ár á baki sum politikkari.
Hann varð valdur á ting fyri Norðoya valdømi í 1966 bert 23 ára gamal og var virkin í polittikki fram til 2002 við undantak av árunum 1984 til 1988, tá hann var programmleiðari í tí tá júst stovnaða Sjónvarpi Føroya.
Hann var landsstýrismaður frá 1975 til 1979, aftur eitt stutt skeið í 1989 og síðan frá 1993 til 1994.
Fínnbogi Ísakson var valdur til løgtingsformann 15. mai 1998 og røkti hann hetta starv til 15. mai 2002.
Vit sum hava hava arbeitt saman við honum mugu vit ásanna, at tað, at Finnbogi fór úr politikki var ein missur fyri orðaskiftið á Tingi.
Eg fari at biðja tykkum um at reisa tykkum og saman við mær minnast Finnboga Ísakson í tøgn.