Gerda varð fødd 2. aug. 1914 í Trongisvági. Foreldrini vóru Danjal Jacob Magnussen, eisini nevndur Bóndin, og Johanna fødd Vestergaard, ættað av Økrum. Gerda var fjórðelst av átta systkjum, fimm brøðir og tríggjar systrar.
Langa lívsstarv hennara var at tæna øðrum. Hon var ein tænarins ond í orðsins sanna týdningi. Tá hon ikki fekk sína egnu familju, valdi hon í staðin at ríka onnur við sínari umsorgan. Í meira enn 40 ár helt hon hús úti á Torvheyggi hjá Elgerdu Jacobsen og Elspu Vestergaard, sum var mostur hennara. Í einbýli, langt frá øðrum húsum, búleikaðist tær í mong ár. Og neyvan hevur tað altíð verið líka lætt at fingið alt til høldar. Harumframt tók hon dagliga longu leiðina inn til Trongisvágs, har hon var um foreldur síni. Men við sínum stillføra arbeiðshátti bar alt til.
Mangur man hava sitið væl til borðs bæði úti á Torvheyggi ella inni í Fornarætt í sínari tíð og kent hennara gestablídni.
Hóast Gerda ongantíð fekk mann ella børn, so var tað neyvan nakar í familjuni, sum var meira familjukærur og familjutrúgvur enn júst hon. Hon fylgdi við øllum. Tað fór eingin føðingardagur framvið. Og hetta var eisini galdandi fyri ungu alvaranar, sum komu.
Seinastu fimtan árini vóru hon og mamma saman. Tær búðu fyrst nøkur ár saman í Fornarætt inni í Trongisvági, sum var teirra barnaheim, áðrenn tær fluttu út á Tippi á Tvøroyri. Á henda hátt stuðlaðu tær hvørjum aðrari, tá mammu gjørdist einsamøll, og árini tyngdu. Eisini fyri hetta eru vit sera takksom.
Hennara eyðkennu vóru umsorgan, trúfesti og stillføri. Eginleikar sum mong ynskja sær. Í einari tíð, sum annars er sera nógv merkt av sjálvsøkni og tað at koma sær sjálvum fram, er tað hugtakandi, at hava kent eina menniskju, sum altíð lat onnur koma fram og stuðlaði teimum. Lítillátin, sum hon var, stuðlaði hon altíð øðrum. Og sum prestur so væl segði, so eru hesir eginleikar teir bestu, sum ein menniskja kann eiga. Altíð at hava tíð til onnur, altíð at hava umsorgan fyri øðrum. Sjálvt seinastu dagarnar, so vóru tað ikki hennara trupulleikar, sum lógu henni á sinni, men umsorganin fyri, hvussu øll hini nú høvdu tað. Og enntá harmaðist hon um, at hon lá øðrum til byrðu. Vit, sum vóru hennara nærmastu, kendu ágóðan av hennara ótrúliga vilja til at hjálpa.
Tað var tí náttúrligt, at júst ein sálmur við tøkkini sum høvuðsboðskapi varð sungin við jarðarferðina.
Takk, Guð fyri alt, sum hendi,
fyri gávur, tú oss ber,
fyri tíð, sum er at enda,
fyri stundina, sum er!
Takk, Guð, fyri ljósa várið
fyri myrka, kalda heyst,
fyri hvørt hitt gloymda tárið,
fyri hjartafrið og treyst.
Góða mostur, nú hevur tú fingið frið. Vit drýpa høvur í takksemi til tín fyri tað nógva, sum tú var fyri okkum og lýsa Guðs signing yvir minnið um Gerdu Magnussen.
Jóannes