Minningarorð um Gilstein

Eg fari her at royna at skriva nøkur minningarorð um góða bróður mín Gilstein, ið var tann seinasti av systkjum mínum. Vit vóru seks í tali.

Gilstein var sonur Emil í Króki á Sandi, eftirnavnið var Simonsen og mamman var Sigrid Simonsen úr Norðradali, so dreingja- og gentunavn hjá báðum var tað sama.
 
Sólborg og Gilstein áttu fimm børn, Emly, sum býr í Havn, Anbjørn, sum hevur búð á Sandi, men tey seinastu árini hevur hann búð í Danmark, Mads Andrias, sum hevur búð í Miðvági, men hesi seinastu árini hevur búð í Noregi, Marjun, sum býr á Sandi og Poula, sum býr í Havn. Øll hava tey ríka foreldrini við at eiga børn, soleiðis at tey eiga 18 ommu- og abbabørn og 12 langommu- og langabbabørn.
 
Gilstein fór til skips í 1938 og í 1939, tá breyt kríggið út, og soleiðis vóru tað fáir, sum sluppu at sigla, tí tað vórðu bert 7 mans við hvørjum skipi. Ta tíðina arbeiddi Gilstein nógv í Íslandi, og fann hann har Sólborg, sum bleiv kona hansara fyri lívið. Aftaná kríggið fór Gilstein aftur til skips, og sigldi hann fleiri í ár sum bestimaður við skipum, sum Frits førdi, hóast hann ikki varð skiparalærdur.
 
Í 1961 kom línuskipið Havsøki til Sands, og var Gilstein har lastamaður við, og veit eg, hann var sera nógv avhildin. Teir plagdu til stuttleikar at siga, at táið hann sló salt á, var hann so nettur, at hann við tallerkinum kundi raka ein pinkalítlan blett um meginpartin av lastini.
 
Gilstein var sera gløggur og rakti væl við, og ofta fann hann ymist sum leita hevði verið eftir, soleiðis var hann góður at hava, tá ið útgrevsturin var í kirkjuni og kirkjugarðinum.
 
Einaferð, vit vóru til skips tá og Sólborg og Elinborg hoyggjaðu í Todnesbønum. Táið tær vóru næstan lidnar við eina sátu, varnast Elinborg, at hon hevur mist ringi. Sátan bleiv niðuraftur tikin og leita varð væl og virðiliga, men nei, ongin ringur.
 
Ein dagin seint um heystið, vit sita og eta døgurða, kemur Gilstein inn. Eg spyrji hann, hvar hevur tú verið? Niðri í Todnesbø, sigur hann og eg sigi: ”ikki fann tú ringin hjá Elinborg”, jú hann er her, sigur hann og  sleppur ringinum niður á borðið.
 
Tað var sera stór mannfjøld ið fylgdi Gilstein til hansara seinasta hvíldarstað. Sigast má, táið eg nú eri farin at skriva, at vit eru sera hørm um ta viðferð, ið Gilstein fekk frá sjúkrahúsinum. Hann var har í nakrar dagar, og var væl viðfarin og var vælnøgdur, ta tíðina hann var har. Hann skuldi verða til meira kannaður og fekk at vita, at hann skuldi vera nakrar dagar aftrat.
 
Men so upp undir vikuskiftið fær kona hansara boð, at nú skal hann heim. Hon royndi at mótmæla, tí hann var so sera sjúkur, og hon var ikki forbereidd upp á at taka ímóti honum, sum umstøðurnar vóru heima; men tað var eitt beskeð, og tað var avstað. Síðan bleiv hann settur umborð í Teistan. Var ikki maður at sita og konan hjálparleys við honum. Ein privatbilur kom eftir honum í Skopun, við tað at sjúkrabilurin hevði annan patient. Tá ið hann so einaferð kom til hús - sjálvt um góð menniskju royndi at hjálpa - var hann líka nógv deyður sum livandi. Tað bleiv ein vøkunátt hjá Sólborg, og fleiri tímar hjá læknanum, sum tolin royndi at hjálpa honum. Tá náttin var av, doyði Gilstein, tá orkaði hann ikki meira.
 
Góða Sólborg, tit vóru so góð hjún, og er saknurin stórur hjá tær og øllum tínum, men tað er eisini gott, at hava tey góðu minnini um hvussu góður hann var við tykkum øll. Harrin sum góður er, skal nokk styrkja tykkum í sorgini. Eg og míni takka somuleiðis Gilstein fyri lívið, sum vit hava livað saman við honum alla okkara tíð.
 
Hvíl í friði góði bróður.
Sólvit