Minningarorð um Gunnar Christiansen

Føddur á Skála 12. mars 1948 og búði í Reykjavík tá hann doyði 5. juli 2004. Heilsan frá Føroyingafelagnum í Reykjavík

Tað er ikki ov mikið sagt at tað skelkaði Føroyingafelagið í Reykjavík og
føroyavinir í Íslandi tá boðini komu um at Gunnar ikki longur var millum
okkara.

Gunnar hevur undanfarin ár sitið í einari vælvirkandi nevnd og hevur hann
víst ótrúligt hegni, dugnað og starvsorku.
Eg havi kent Gunnar leingi, og tann kennskapur øktist tá hann varð valdur í
nevndina í Føroyingafelagnum í Reykjavík árið 2000 og hava vit sitið í nevnd
saman síðan.
Tað var hart fyri okkum í nevndini at frætta um óvæntaðu og álvarsligu sjúku
Gunnars og samkensla okkara er við Fríðu, dóttir teirra Elísabet við familju
og teirra nærmastu.

Gunnar hevur lagt nógv eftir seg til føroyingar í Íslandi hesi seinastu
árini. Hann hevði stóran áhuga í at menna flogsambandið millum Føroyar og
Ísland og hevði nógvar fundir við Atlantsflog um økt túratal fyri rímiligar
prísir. Hetta fer at koma føroyingum og íslendingum væl við leingi. Starv
hansara fyri nevndina hevur verið sera fjølbroytt og kann t.d. nevnast
hansara ótroyttandi orka og dugnaskap til tær ymisku veitslur og samkomur
sum felagið skipar fyri á hvørjum ári. At útinna tað sama sum hann verður
sera torført. Hann legði eisini nógva orku í ymisk mentanartiltøk, ið á ein
ella annan hátt høvdu okkurt við Føroyar at gera, og var hann eitt sera
sterkt bindilið millum nevndina og føroyingar og føroyavinir um alt landið.

Hansara nógvu royndir av felagsstarvi komu væl við fyri okkum í nevndini og
komu okkum til góðar tá vit fingust við ymisk vandamál. Fyri hetta og alt
annað hann hevur gjørt fyri føroyingar í Íslandi eru vit honum takksom.

At enda - Gunnar hevur verið okkum ein góður vinur, saknurin verður stórur.
Æra verið minnið hansara.

Vegna Føroyingafelagið í Reykjavík vil eg senda inniligar samkenslukvøður
til Fríðu, Elísabet við familju og hansara kæru. Harrin styrki og verði við
tykkum.

Elin Svarrer Wang
formaður í Føroyingafelagnum í Reykjavík