Stødd uttanlanda saman við allari mínari familju, fingu vit feigdarboð heimanífrá, sum skelkaði okkum øll. Svágur mín, mín góði vinur, sum eg hevði kent alt livið, var bráðliga deyður.
Vit skiltu hetta als ikki, tosaði við hann kvøldið fyri vit fóru, har hann ynskti okkum góðan túr, og so tað næsta vit hoyra, var hann ikki her meira.
Øll í familjuni kallaði hann Gunnar gubban ella eisini Mylluabbin, hann var veruliga gubbi onkran, men øll familjan átti hann.
Hvør var Gunnar? Gunnar varð sonur Gunnar Poulsen, vanliga nevndur Gunnar á Ólafløtti ella gamli Gunnar og Katrinu. Lagnan hevur verið hørð við familjuna hjá gamla Gunnari og Katrinu. Gamli Gunnar doyði í bestu árum eins og fleiri av børnunum, sum vóru 10 í tali, doyðu í bestu árum, soleiðis at tað nú bara eru fýra eftir á lívi.
Gunnar varð ítróttarmaður á ungum árum, hann varð við at vinna fyrsta føroyameistarheitið í kappróðri við sumbinginum. Hann varð ein kvæðakempa av Guðs náði og verður saknurin í Sumbiar dansifelag stórur, nú Gunnar ikki er meir.
Tað er ikki so nemt at lýsa ein sum Gunnar. Hann fylti nógv, har hann var, bæði so og so, hann hoyrdist, harðmæltur sum hann var, og sást har hann var, alt upp á ein jaligan hátt. Hann var ótrúliga famijukærur, vísti áhuga fyri øllum sínum. Honum dámdi væl at fyriskipa. Vit vóru øll familjan niðri í Danmark í summarhúsi, ein ógloymandi túrur og ongin so spentur sum Gunnar og hansara partur lá ikki eftir at “orna og manerera” so alt skuldi klappa, og so seint sum í summar vóru vit ein frálíkan túr við Norrønu, eisini hava vit verði fleiri jólatúrar saman.
So tað var ræðuliga løgið at koma suður, og hann ikki var, hann sat ikki í sínum djúpa stóli.
Góða systir, tú hevur lukkutíð fingið tey evni í vøggugávu, at verða jørðbundin og hava bæði bein á jørðini. Tú hevur um nakar følt sviðan av lívinum, sum ikki altið gekk eftir vild og eisini nú tú skuldi uppliva hetta, megnar tú at síggja tað góða og virðir sum lívið hóast alt hevur at bjóða tær, nú sum einsamalla.
Tí tað vita vit øll, sum standa tykkum nær, at tín gerandisdagur nú verður rættiliga øðrvísi, nú tú misti tín holla stuðul, tín mann gjøgum nærum 45 ár, tí har sum annað var, var hin ikki langt burtur.
Sum tað er gott, at tykkum untist at blíva omma og abbi. Hetta var stór hending, sum tað er fyri øll sum uppliva tað. Tit hava gingið upp í tað við lív og sál. Sera stolt bæði og eru nógvir túrar gjørdir norður um fjørð, at vitja tykkara børn og barnabørn og er tað ein stórur uggi nú hjá tær góða systir.
Vit fara øll at saknað okkara góða Gunnar og takka fyri nógvar ríkar løtur vit fingu saman, minnir vit altíð fara at verja og goyma. Okkara djúpu samkensla við tær góða systir, Jørn og Jan við familju.
Við hesum fátæku orðum vil eg hervið lýsa frið yvir minnið um mín góða svág og vin Gunnar Poulsen í Myllugarðinum.
Martin við familju