Minningarorð um Hans á Bakka

Nú ein mánaður er farin, síðan Hans fór frá okkum, vil eg bera fram eina tøkk, at mær untist at koma at kenna hendan megnar mann.
Eg kom at kenna Hans innan samkomuhøpi. Hans hevur verið virkin innan trúarlív, síðani hann var ungur. Fyri 25 árum síðan var hann saman við øðrum ein av stovnarunum av samkomuni Kelduni.Hvønn týdning Hans hevur havt fyri Kelduna og okkum, sum har samlast, kann ikki sigast frá í orðum. Hansara ídni, kærleiki, trúfesti og áhaldni hevur verið við til at borið samkomuna øll hesi árini.
Hans vildi altíð taka teir góðu eginleikarnar fram hjá øðrum, var altíð við tí góða orðinum, var altíð semjusøkjandi. Hann dugdi so sera væl at fáa øll at føla seg virðismett, var arbeiðssamur sum fáur.
Fyri 9 árum síðan giftist ein dóttir okkara við yngsta soni Hans og Oddvør. Tá kom eg at kenna, hvussu dýrabar Oddvør og familjan var fyri Hans. Hann legði alla orku í, at familjan skuldi trívast og hava tað gott. Hann legði eisini stóran dent á, at familjan skuldi hava tað stuttligt saman. Hans elskaði jú eisini at skemta og arga.
Teir síðstu 5 dagarnar kom Hans at liggja á Landssjúkrahúsinum. Tá sást, hvussu tætt knýttur Hans var til Oddvør, tí hann vildi hava hana um seg alla tíðina.
Tær síðstu næturnar í náttarvøku sat Hans og yrkti henni ein sang, sum hann ætlaði at ogna henni á 70 ára føðingardegnum. Føðingardagin 17. desembur kl.15, vildi hann heiðra hana, við at øll familjan skuldi vera samlað eina løtu úti á Landssjúkrahúsinum, og børnini skuldu syngja sangin fyri henni. Men hendan løtan kom at gerast hansara deyðastund.
Góða Oddvør; hendurnar, sum hava fjálgað og vart teg og tíni, hava nú slept, men ein onnur hond er, ið ikki sleppur tær og tykkum.
Heb. 13, 5: Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.
-------
Sólfríð