Tað er so stutt síðani, hon var her heima og fylgdi beiggja sínum, sum doyði av somu sjúku, sum hon sjálv. Tá visti ongin, at hon sjálv var sjúk. Hon sá gott út, var tann Hjørdis, vit kendu. Glað og lívsfrísk.
Hjørdis fekk saman við okkum systkjunum ein góðan og tryggan uppvøkstur í Jansagerði. Vit vóru tvær systrar, og gjørdi tað helst sítt til, at vit báðar komu at hava eitt sera nært og inniligt samband við hvørja aðra. Aldursmunurin gjørdi, at vit ikki rættuliga komu at kennast, fyrr enn unglingaárini vóru farin afturum.
Tá Hjørdis vaks upp var vanligt at gentur, rættiliga ungar, fóru út at tæna. Soleiðis var eisini hjá henni. Hon arbeiddim.a. í »Dals«, var á støðini hjá Rikku, hoyggjaði í Mykinesi og var gongsgenta á Landssjúkrahúsinum.
Sum tjúgu ára gomul fór hon til Danmarkar, har hon fyrst arbeiddi á Hotel Hebron. Seinni fekk hon sær útbúgving sum sjúkrahjálpari og arbeiðið við gomul fólk kom at gerast hennara lívsstarv.
Frá barnsbeini av var hon tann lætta, glaða og lívsfríska smágentan. Hesi eyðkenni fylgdu henni alt lívið. Henni dámdi so væl at upptraðka. Eg minnist nógvar sjónleikir har hon spældi við. Á arbeiðsplássinum spældi hon eisini, dugdi so væl at fáa eygað á tað stuttliga. Eisini dugdi hon so væl at herma og fáa látur í. Slíkir eginleikar eru gull verdir á einum arbeiðsplássi - tað ger alt so nógv lættari. Vit, sum hava sama arbeiði, vita, at tað kann vera langt ímillum tær stuttligu løturnar.
Í 1964 giftist Hjørdis við dananum Erik, sum hon møtti í Føroyum. Tey fingu fýra børn. Í Danmark høvdu vit báðar nógv saman. Ferðaðust suðureftir og vóru niðri, tá tey elstu børnini vóru fødd. Tá var mangan gott at hava hana at stuðla seg til.
Á ellisheiminum í Vágum arbeiddu vit saman í nógv ár, og tá var bert eitt hanagleiv millum húsini. Vit báðar vóru sum sagt sera góðar. Vit kundu skemta saman, gleðast um tað lítla saman og tá trupulleikar av ymsum slag stungu seg upp, var gott hava hvørja aðra. Tú vart tann eg kundi siga alt við, eisini tað, sum ikki bleiv sagt við onnur.
Góða Hjørdis. Eg havi so ringt við at skilja, at tú ikki ert her meira. Samstundis eri eg sera takksomu fyri tey, hóast alt, nógvu ár vit fingu saman. Serliga takksom eri eg fyri at mær untist at vera hjá tær ta síðstu vikuna, tú livdi. Á sjúkrahúsinum høvdu vit nógvar góðar og inniligar løtur saman.
Sjálvt um eg syrgi teg sáran, so veit eg at Erik og børnini hjá tær syrgja enn meira um eina konu og mammu, sum gav teimum so nógv.
Hvíl í friði góða systir.
Edith