Minningarorð um Jóhan Olsen

f. 04.10.22 ? d. 18.08.03

Tung vóru boðini tann 18. august, um at okkara kæri pápi var farin, eftir drúgva sjúkralegu. Sjálvt um vit vistu, at hann ynskti at koma heim til sín faðir, sum hann so trúliga hevði fylgt alt sítt lív, er saknurin eftir okkara pápa sera stórur, ikki minst fyri teg góða mamma. Vit sum vóru um hann hesa seinastu tíðina, vistu at hann hevði brúkt sínar seinastu kreftir, og ikki orkaði at stríðast meira.
Pápi var eitt sera kensluborið menniskja, sum hevði lætt við at vísa bæði gleði og sorg. Serliga minnast vit, at hann altíð vildi fáa so nógv burtur úr tíðini, sum yvirhøvur gjørligt. Tí var tað undarligt fyri okkum, nú hann lá sjúkur og nóg illa orkaði at koma upp úr songini. Tó var hann altíð áhugaður í at hoyra um, hvussu øll hansara nærmastu høvdu tað.
Tað sum sermerkti pápa okkara var, at hann hevði tað best, um hann kundi gera okkurt gott fyri onnur og serliga um tað var fyri Guds ríkis sak. Hetta bera eisini allar hansara dagbøkur boð um, sum hann hevur skrivað ígjøgnum tey mongu árini hann hevur arbeitt sum sjómanstrúboðari. Eisini allur tann stóri skarin av fólki sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað og allar tær mongu heilsanir frá bæði nær og fjar, bóru týðiliga boð um, at pápi hevði ein stóran vinaskara víða umkring.
Upp ígjøgnum barnaárini ferðaðist øll familjan nærum á hvørjum ári til Íslands og okkurt árið til Grimsby, har mamma og pápi virkaðu fyri sjómansmissiónina. Hesi árini hava vit nógv góð minnir frá og hevur tað eisini verið við til at sett dám á okkara lív. Eitt serligt minni um tíðina í Íslandi, var hansara áskoðan um at eingin, ið kom á gátt bleiv koyrdur út aftur, tað var líka mikið, hvussu ein var fyri. Tað hendi ikki so sjáldan, at menn duttu inn, som komu úr »Ríkinum«, sum lá beint yvir av sjómansstovuni á Skúlagøtu. Onkur kundi vera sera illa fyri, men altíð var ein góður drekkamunnur hjá teimum at fáa, og pápi gav sær eisini altíð stundir til eitt prát um teirra støðu og av og á eina song at sova í.
Nógvar góður løtur vóru saman við teimum mongu sjómonnunum, sum komu innar at lesa bløðini og stytta sær stundir meðan teir lógu í havn. Mong vinabond blivu eisini knýtt við teir føroyingar, sum búðu í Íslandi. Hesir føroyingar, saman við íslendskum vinum, møttu so trúliga upp til møtini, sum hildin vóru hvønn sunnudag á sjómansstovuni. Stuðlaður av hesum fólkinum, legði pápi til brots at savna inn pening til nýtt sjómansheim, sum var ein gamal dreymur hjá pápa. Takkað verið hjálp frá góðum fólki, bæði í Íslandi og Føroyum stendur nú hesin snotiligi bygningurin sum eitt bindilið millum Føroyar og Ísland.
Eitt, sum eisini sermerkti pápa var, at hann var góður at seta ymiskt í verk. Í heimbygdini Rituvík hevði hann stóran áhuga fyri teimum ungu. Í tí gamla skúlanum í bygdini, sum var eitt samlingsstað hjá teimum ungu, setti hann ymisk tiltøk í verk. Børnini í bygdini gloymdi hann heldur ikki, tey sluppu altíð at vera við í tí hann tókst við. Tá ið farið var burtur í torv, hevði hann ein heldur sermerktan vogn at koyra torvið heim við og hendan vognin stuttleikaðu børnini sær óført við. Nú fyri kortum, tá tað bleiv gjørt eitt spælipláss í bygdini, var hann eisini ofta at síggja millum teirra, ið arbeiddu í frítíðini.
Vit hava mist ein góðan pápa, og saknurin er stórur, tí vit kundu altíð koma til hann við øllum okkara lívsviðurskiftum, bæði á tí tímiliga og á tí andaliga økinum. Og væl dámdi honum, tá ið hann kundi samla øll síni kæru rundan um seg til Guds orð og at syngja nakrar sangir saman.
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara elskaða pápa.