Jóhan vaks upp í Hattarvík, elstur av átta systkjum. Sum ungur fór hann til skips. Sum sjómaður royndi hann nógv. Hann var bæði dekkari, kokkur, stýrimaður, og hann royndi seg eisini sum skipari. Jóhan Petersen var við Havfrúnni, tá hon forlisti í Íslandi. Øll manningin varð bjargað.
Gamliba og Tanta, sum eg kallaði tey, fingu stóran týdning fyri mítt lív. Eg búði í grannahúsunum, og var inni á “Støðini”, sum heim teirra var rópt, fleiri um dagin.
Einaferð, eg var smádrongur, brendi eg meg illa av einum primusi. Allur armurin og niður eftir síðuni varð skoldað. Boð vórðu send eftir lækna, sum kom við doktarabátinum til Norðdepli. Men læknin slapp onki at gera, tí tað vildi eg ikki. Øðrvísi var við Gamlaba. Hann fekk so boð um at røkja sárið. Og so væl røktið hann sárið, at onki sæst til tað í dag.
Fyrst í sjeytiárunum bygdu Gamliba og Tanta Hotell Bella í Norðdepli. Har hevði eg mína dagligu gongd, tá eg var heima av skipi. Ungdómurin í Klaksvík og í økinum kring Norðdepli dámdi eisini væl at hugna sær um kvøldarnar á matstovuni á Hotell Bella.
Gamliba smíðaði og umvældi nógvar bátar, og eg treivst væl saman við honum, tá hann arbeiddi í neystinum. Tá segði hann mær nógv um streym, tí hann var framúr streymkønur. Hann tosaði eisini nógv um familju, og í dag kann eg harmast um, at eg ikki legði mær frásøgurnar meira í geyma.
Gamliba læs nógv. Einaferð minnist eg, at ein kona kom inn á Støðina. Hon hevði júst verið uttanlands, og segði honum hvønn bý hon hevði vitjað. Tá var hann skjótur at siga, hvussu tað sá út í hesum býi. Til dømis tosaðu tey um eitt slott í hesum býnum, og Gamliba segði henni hvønn lit hetta slottið hevði. Tá mutaði hin ímóti, tí slottið hevði ikki júst tann litin, sum Gamliba vildi vera við. Tá segði hann henni, at hann ongantíð hevði verið í hesum býnum, og tí kundi hann sjálvandi taka feil av litinum. Men hesum vildi konan illa trúgva, tí so væl hann annars segði frá um hendan býin.
Gamliba og Tanta áttu íalt fimmbørn. Fyrst í nýtiárunum fluttu Gamliba og Tanta til Danmarkar, og bústtust í Svendborg. Tey trivust væl í Svendborg. Eg var og vitjaði tey í heimi teirra í Svendborg í 2007, og blíðskapurin var stórur sum altíð.
Nú er Gamliba farin, men hann livir víðari í minninum. Takk fyri tað, tú vart fyri meg, Gamliba.
Má Gud styrkja tykkum, sum eftir sita.
Systirsonur tín, Kjartan Kjartanson.