Vit vóru júst komnir út í Norðsjógvin við kós ímóti Føroyum, tá eg fekk tey tungu boð, at vinur mín Jørgin ikki var ímillum okkum longur. Ringt var at skilja at Jørgin var farin, eg tosaði við hann í telefon dagin fyri, tá var hann glaður og frískur sum altíð, so ikki vardi tað meg, at tað var seinastu ferð eg hoyrdi rødd hansara.
Mær untist nógv góð ár saman við Jørgini, vit vóru til skips saman sum ungir, og síðani hava vit altíð verið saman av og á upp ígjøgnum árini. Tey seinastu árini hava vit verið nógv saman, millum annað hava vit bygt ein ídnaðarbygning, sum nú ikki bleiv liðugur.
Jørgin var sonur Sanny og Jógvan Martin, og varð hann næstelstur av 5 systkjum. Pápan misti hann fyri nøkrum áðrum síðan. Familjan hevði alt at siga fyri Jørgin, serliga børnini var hann sera góður við. Mangan møtti man honum við bili sunnumorgnar, tá var altíð onkur av børnunum hjá systkjunum við.
Jørgin var veiðumaður av lyndi og hevði eina sera góða sjónatúr. Hann var við ymiskum fiskiskipum og útróðrarbátum, og eitt skiftið gekk hann á navigatiónsskúla. Tað síðsta Jørgin var á sjónum var við Oknini, har hann var kokkur. Av sjúku mátti Jørgin gevast á sjónum. Men hann gavst ikki so. Hann arbeiddi alt fyrifallandi arbeiði, og har hann var, var hann álitismaður, sjálvt um ryggurin foraði honum nakað. Men ongantíð hoyrdi man Jørgin gremja seg, hann var altíð í góðum lag, eitt sindur skálkaligur, stillur, tvørur, og tolin sum fáur. Hann hevði góð evnir og eitt gott handalag. Hann dugdi væl at taka til, so tað var sera stuttligt at verða saman við honum.
Jørgin var áhugaður í politikki og varð hann loysingarmaður burturav.
Jørgin var sera áhugaður í fótbólti bæði her á landi og uttanlands. Serliga var hann áhugaður í hvussu NSÌ kláraði seg, og var hann heilt ótrúliga glaður tá NSÌ bleiv føroyameistari í ár.
Vit verða nógv, ið fara at sakna Jørgin, nú hann ikki er ímillum okkum meira, men svárast verður hjá tykkum Sanny, Marjun, Oddbjørg, Ingun og Kristian við familjum.
Hervið vil eg lýsa frið yvir minnið um Jørgin Johansen
Allan