Minningarorð um Jonnu Andreasen, Streymnes

At Jonna ikki er okkara ímillum longur er so ófatiligt, at vit skilja tað als ikki.

Hon kom jú glað og væluppløgd, sum altíð, til arbeiðis henda morgunin og ynskti okkum øllum eitt gott nýggjár.
Løtu seinni, mitt sum vit standa í okkara arbeiði, bleiv hon sjúk, og eitt døgn seinni, ikki longur okkara millum.
Jonna var ein persónligheit, altíð glað, og vit nýttu at arbeiða saman við henni. Hon var so erlig og vit vistu altíð, hvar vit høvdu hana. Hon var samvitskufull ? hennara partur lá ongantíð eftir, og kaffipausurnar saman við henni vóru altíð so hugnaligar og skemtiligar.
Góða Jonna, minnið um teg fer altíð at búgva í hjørtum okkara. Tankar okkara leita til Eyðun, børnini, svigarson og ommubørnini. Tit hava mist so ómetaliga nógv. Má Harrin hjálpa tykkum í sorgini. Ærað veri minnið um Jonnu Andreasen.

Starvsfelagarnir