Mikudagin 18. juli fekk eg óvænta deyðsboð um systir mína, Josefinu. Eg var á veg heim av feriu í útlondum, og gleddi meg at verða saman aftur við familjuni, og at vera saman við systir míni, nú tá ið øll høvdu tíð, tí man hevði feriu, men soleiðis skuldi ikki vera.
Josefina var bara soleiðis uttan ávaring tikin frá okkum. Púra frísk og uttan nakra ávaring, legði hon árarnar inn.
Josefina var fødd 28. oktober 1966 í Runavík. Foreldrini vóru Mia (f. Mortensen) og Meinhard Olsen. Í 1990 giftist hon við Alexius Midjord, og settu tey búgv í Hovi. Saman fingu tey 3 børn, Ann Mari, Jógvan og Arnold.
Josefina bleiv 14. juli omma til ein lítlan fittan beiggja. Hon gleddi seg nakað so nógv til at blíva omma, hevði planir um, hvat tey fóru at gera. Hon hevði bundið fleiri troyggjur til beiggjan, og hevði planir um, at á næstu Ólavsøku, hevði beiggin fingið føroysk klæðir frá ommu síni, sum hon sjálv hevði gjørt. Men soleiðis skuldi ikki verða.
Í hesum føri ber væl til at brúka orðatakið: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir.
Josefina var stillfør, positiv og sera lívsglað. Josefina elskaði sína familju, og var hon so sera ófør at ferðast norðeftir í vikuskiftum at vitja. Eisini var hon ófør sum fáur, at vitja vinir. Nú hon ikki er her meir, er eitt stórt tómrúm.
Josefinu dámdi so sera væl svimjing, og var hon til eitt ótal av svimjikappingum runt um í Føroyum, antin sum áskoðari ella sum hjálparfólk. Eisini var hon altíð at síggja, har hennara børn ella har míni børn vóru aktiv.
Josefina stóð fyri einum stórum parti av tí húsliga arbeiðinum, so saknurin man kennast stórur, nú hon ikki er her. Eisini arbeiddi hon sum vaskikona í skúlanum í Hovi og á Miðnámsskúlanum. 1. januar í ár flutti familjan norðeftir, og inn á Glyvrar. Hon gleddi seg at fara at arbeiða norðanfyri, tá ið tey vóru komin upp á pláss í teirra nýggja heimi.
Góðu tit, Alexius, Ann Mari, Høgni og Jóhan, Jógvan og Arnold. Má harrin styrkja tykkum og verða hjá tykkum í tykkara sorg og sakni.
Vit lýsa frið yvir minnini um Josefinu.
Jesus verið við tykkum, ið eftir sita.
-----
Systir tín Hertha