Minningarorð um mín góða vinmann.

Minningarorð um mín góða vinmann Høgna á Borg

Eg var staddur heima tann 2. desember 2002, vit bæði Hjørdis sótu og hugnaðu okkum í stovuni eftir at hava lagt børnini, tá telefonin ringdi - tað var Heini í hinum endanum, eg skal so siga "halló Heini hvat sigur tú fyri gott". Áðrenn eg fái sagt setningin liðnan, letur úr Heina, "nú er Høgni farin",eg flúgvi upp úr sofuni, tí hetta klári eg ikki at taka sitandi - meðan tankarnir og minnir alt ísenn mala í høvdunum, og eg skilji púrt einki av hesum, tí Høgni kann ikki verða farin for dekan!!! Hyggi síðan at Hjørdis, ið hevur varnast álvaran í hesi samrøðu og situr og hálvgrætur.

Alt hetta kvøldið og náttina við komu minnir fram í huga mínum - eitt fyri og annað eftir, líka frá tí fyrsta degi tá tú kom í okkara skúlaflokk og til tað síðsta kvøldið, stutt áðrenn tú andaðist. Tá vit høvdu vitjan av tær, har vit sótu langt út á náttina og tosaðu um nýggjar og gamlar dagar.

Eg minnist fyrstu samrøðuna vit høvdu, tað varð tann morgunin tú sum 12-13 ára gamal byrjaði í okkara flokki, og eg skuldi verða eitt sindur blíður fór so yvir at tosa við henda nýggja floksfelaga og spurdi "skalt tú byrja í okkara flokki?, og tú svaraði við tíni "spydiheit", nei eg skal byrja í tykkara flokki, og tað legði støðið, har vit dámdu væl at arga og arbeiða uppá hvønn annan, ið til tíðir fór út um mark.

Eftir loknan fólkaskúla í 1987, ið hvørgin av okkum orkaðu fyri, starvaðust vit saman hjá Danberg, har vit vóru við til at umvæla SMS, tað varð ein góð tíð.

Í 1988 fór tú í læra á Tórshavnar skipasmiðu, og eg byrjaði í starvi á Strandfaraskipum Landsins, vit høvdu tó dagligt samband og fylgdust nógv fram til 1992. Um hetta mundið fórt tú niður til Danmarkar á skúla og nakað eftir at arbeiða, og tískil sóust vit ikki so ofta sum áður, tó so tú kom forbí av og á, tá tú var í nánd. Men ikki kan sigast tað sama um meg, eg var alt ov sjáldan forbí hjá tær tíðarskeiðið frá 1992 til 1998, og tað lætst tú meg altíð fáa at vita, men tað fekk eg bøtt upp á, tey síðstu árini tú var á lívi.

Tað sum eg minnist einamest er ein hending fyri stuttari tíð síðan, tá eg spurdi teg um tú vildi standa faddur til dóttur mína, og tú ovfarin og týðuliga rørdur spurdi um eg meinti tað.

Høgni var sera skemtingarsamur, spoyskur og ein lívsnjótari sum fáur, og eg eri sera glaður fyri, at eg kom at kenna hann. Hvíl í friði.

Bogi í Gil (Abrahamsen)