Nú er ein tíð fráliðin, síðan Signar brádliga tann 30. august í fjør andaðist einans 39 ára gamal. Tað, at Signar ikki er ímillum okkum longur, kennist heilt óveruligt og sum ein stór sorg.
Eg minnist ikki, nær eg fyrstu ferð kom at kenna Signar, men eg giti, at vit hava verið eini 3-4 ára gamlir. Vit vóru javnaldrar og gjørdust frá byrjan bestu vinir. Tað er lætt við fáum orðum at siga, hvat ið var serligt við Signari. Signar var av allarfittastu dreingjum, og hann var elskaður av øllum, sum høvdu nakað við hann at gera. Hann var ikki av størstu dreingjum í klassanum, og hetta gjørdi hann ikki minni keran. Hann hevði krunkasvart hár og eitt gott dæmi og eitt smíl, sum kundi hita eitt heilt rúm.
Signar búði á Mørkini, mitt í Vestmanna bygd beint oman fyri keiina. Familjan hjá Signari vóru foreldrini Louis og Nicolina, systkini Maiken, Jónsvein, Ann og Jákup Aksel og so Magdalena, omman.
Eitt, sum man beinanvegin legði merki til við heiminum hjá Signari, var, at hetta var eitt lívligt heim. Húsini vóru stór, og minst helvtin var sett av til verkstaðið hjá Louis. Á verkstaðnum var ein ørgrynna av amboðum og maskinum og stórur produktivitetur, og man kundi har læra mun á hølvispønum og saguspønum. Tað, sum ikki var verkstaður, var so heimið, fjálgt og heimligt at koma inn í, og har var altíð onkur heima.
Eitt, sum stendur serliga klárt í minninum frá tí fyrstu tíðini, sum Signar og eg vóru vinmenn, var, hvussu góð tey eldru systkini vóru við Signar. Beiggjarnir tveittu hann upp í loft og loftaðu honum aftur ferð eftir ferð, um teir ikki lógu og beistaðust í ovfarakæti á gólvinum ella í onkrari song. Eg minnist henda leikin sum nakað av tí vakrasta, sum eg havi upplivað.
Til føðingardagar og viðhvørt annars fingu vit okkurt av systkinunum at seta film frá uppi á loftinum. Tá í tíðini høvdu fólk ikki so nógvar filmar sum í dag, og tí mátti farast runt í bygdini at lána filmar. Kendi man bestu miðini, kundu heilt spennandi filmar fáast til láns. Signarsa yndis filmsskemtarar vóru Harold Lloyd og Charlie Chaplin. Signar hevði avbera góðan humor og mimikk og mundi avgjørt vera millum teir bestu smádreingirnar í bygdini til at herma eftir Charlie Chaplin.
Viðhvørt lukkaðist tað okkum at fáa Louis at fortelja um merkisverdar upplivingar. Louis greiddi livandi frá um ta ferðina hann var á haruveiðu og kom fram á eina snjóuglu, sum knappliga fleyg upp úr einum gili beint fyri nøsini á honum. Tey, sum hava áhuga í fuglum, vita, at snjóuglan hevur heim í Arktis og Sibiria og er sera sjáldsom um okkara leiðir. Tað eydnaðist Louis at skjóta snjóugluna, sum varð útstappað, men tíverri kom rot í, og snjóuglan mátti tí burturbeinast. Hetta hendi áðrenn okkara tíð, men hóast vit dreingir ongantíð sóu snjóugluna, livir søgan enn væl í minninum.
Familjan hjá Signari arbeiddi væl saman um dagsins gerðir, og Signar var tíðliga tikin við í hetta arbeiði. Tað kundi vera at mála hús, hjálpa í havanum, rudda á verkstaðnum, fara til útróðrar við "Tvíbrøður" ella okkurt annað fyrifallandi. Miðskeiðis í sjeytiárunum byrjaði Nicolina við skósølu í kjallaranum, og nakað seinni lat Louis upp matvøruhandil í hinari helvtini av kjallaranum, har verkstaðurin fyrr hevði verið. Alt hetta virksemi hendi í heiminum hjá Signari, og hann tók sín lut í arbeiðinum. Signar var sera handaligur og arbeiðssamur, og eg trúgvi, hesir eginleikar vóru gróðursettir tíðliga í barnaárum.
Eg minnist fyrstu ferð, Signar og eg skuldu fara at egna. Vit hava verið um 7 ára aldur. Oddmar hjá Skipper, sáli, var agnformaður og tók blídliga ímóti okkum. Onkur av eldru dreingjunum, teir hava verið eini 3-4 ár eldri enn vit, helt eitt sindur speiskliga fyri: "Skulu tit egna?" Hann mundi halda, vit sóu nakað vesaligir út til at klára hetta jobbið. Tá trein Oddmar fram og segði við myndugleika: "Bíða nú, eina ferð má vera fyrstu ferð!". Oddmar riggaði so til, og Signar fekk ein viðvendan stamp settan á gólvið til at standa á, so, at hann skuldi røkka upp til tromina á stampinum, hann skuldi egna niður í. Evnagóður sum Signar altíð var, kláraði hann hetta arbeiði lýtaleyst.
Feðgarnir vóru viðhvørt túrar í fjøllunum, sum ta ferðina teir høvdu verið uppi á Sneis. Laika, fitti og altíð trúfasti hundur teirra, var við. Laika var meinlík tí Laiku, sum var fyrsti skapningur, sum við Sputnik 2 varð send út í rúmdina. Ovast á Sneis bygdu teir ein varða og løgdu ein fløskupost inn í varðan. Munnu varðin og fløskuposturin vera har enn?
Fjøran var øll barnaárini spælipláss hjá okkum, og á hvørjum sumri vóru vit, sum flest allir dreingirnir í bygdini, reiðarar á okkara egnu flakum. Hesar bygdu vit úr viði, sum vit onkursvegna fingu hendur á. Uppdriftin var tryggjað við flamingokassum, sum vit høvdu samlað gjøgnum veturin. Teir fyrstu flakarnir, vit bygdu, tá vit vóru um sjey-átta ára aldur, mundu ikki hava stórt byggitekniskt virði. Men sum árini liðu, lógu royndir, tankar og tekningar sum grund, og hetta, samstundis sum handalagið mentist, gav úrslit. Flakarnir gjørdust betri og sjóbetri, og summir fingu enntá mastur, segl og róður. Summir vóru bygdir til at ganga skjótt, ímeðan aðrir skuldu taka so nógvan førning sum møguligt. Flakarnir, sum kundu sameina hesar báðar eginleikar á bestan hátt, vóru sonn bygningsverk. Ein av hesum seinnu, sum Signar og eg høvdu bygt í felag, doypti Signar "Ormurin Langi". Flakarnir vórðu, tá vit ikki vóru umborð, fortoyaðir á leiðini út fyri brúnni hjá Niels hjá John. Tá so fyrstu heyst-stormarnir komu, slitu allir flakarnir og fóru í smæsta knús. Tíð var at fara aftur til tekniborðið at planleggja nýbygningar til komandi vár.
Signar hevði sera stóran áhuga fyri øllum, sum hevði við náttúru, fiskiskap og veiðu at gera. Ein áhugi, sum Signar og eg komu at hava felags, var sílaveiðan. So skjótt vit vóru nóg stórir, gingu túrarnir niðan at fiska síl. Rundan um Vestmanna vóru av bestu møguleikum til hetta ítriv. Vit fiskaðu í áum, vøtnum og byrgingunum hjá SEV. Flestu og bestu minnini munnu vera frá Heygadalinum, har vit mangan høvdu góða veiðu. Vit fiskaðu til tíðir síl hvønn tann einasta dag. Signar hevði - eftir mammu sínari haldi eg - eitt sera gott og róligt lyndi, og hetta kom til sjóndar í tolsemi og góðari fiskieydnu.
Tá vit høvdu tørv á tí, plagdu vit at "stjala" bedingsjolluna. Hon var drúgv at oysa og tung at rógva, men vit kundu vera nógvir í henni. Ein dagin lógu vit undir ferjuleguni, "Sam" var júst farin yvirum, og fiskaðu berggyltur. Knappliga fekk Signar fast í botn, so rimmar fast í botn. Tá hann hevði rykt eina løtu, og tað framvegis ikki vildi loysna, var eyðsæð, at hann var noyddur at royna at slíta nylonið. Signar vant nylonið um ermuna og skuldi júst til at spenna í, nú byrjar "botnurin" at mala spakuliga runt undir jolluni. Tá vit skiltu, at fiskur var á, kom róp í og allir út í borðið at hyggja, hvat hetta var. Tá fleyt bedingsjollan um stokkin. Stutt eftir lá størsta berggyltan, vit nakrantíð høvdu sæð, og spraklaði í bedingsjolluni.
Viðhvørt fóru vit vinmenn, Signar, Marni, John Reid og eg, í hagan við telti. Einaferð lógu vit í telti úti á Heiðavatni - vit hava kanska verið um 10 ára aldur - hetta var ikki tann túrurin, tá Marni hevði gloymt svávulpinnarnar eftir heima. Høvuðsendamálið var sum ikki einaferð sílaveiða, og veiðan var góð. Sjálvt um vit fiskaðu síl, høvdu vit eisini annan mat við, so sum reyðar pylsur og eplamos. Tá funnu mamma og babba uppá at koma gongutúr út á Heiðavatn fyri at kanna, hvussu vit høvdu tað. Mamma hevur mangan við einum smíli minst aftur á máltíðina, sum Signar tá borðreiddi við - reyðar pylsur og ljósareytt eplamos, kryddað við mýggjabitum. Tað er nógv verri at finna brenni úti á Heiðavatni, enn tað er at finna mýggjabitar - kókivatnið mátti tí brúkast sum best. Hvør kundi tá havt gitt, at hesin sami Signar skuldi gerast hotellkokkur bert fá ár seinni?
Signar og familja hansara vóru fyri tí svára missi, at Louis, pápin, brádliga doyði, tá Signar einans var 14 ára gamal. Hesin missur var ein dyggur smeitur hjá Signari, og barnaárini vóru við eitt farin afturum. Hesa tíðina bar tætta og kærleiksfulla bandið, sum knýtti hesa familjuna saman, tey víðari. Systkini hjá Signari vóru um hetta mundið tilkomin, og tey flestu flutt heiman. Tað gjørdist Signarsa lutur at taka sær av at halda tey stóru húsini við líka. Raskur og ósjálvsøkin, sum Signar altíð var, fall hendan uppgávan honum heilt natúrlig.
Sum ungur var Signar sera áhugaður í kappróðri, og hann varð tíðliga biðin umborð á Havfrúnna sum róðursmaður. Seinni settist hann eisini saman við javnaldrandi vinmonnum við árarnar umborð á Havfrúnni. Eldri bróðurin Jákup Aksel róði við Vestmenningi miðskeiðis í áttatiárunum, og góðu úrslitini hjá Vestmenningi hesa tíðina, kveiktu áhugan fyri kappróðri í bygdini. Ongin visti við vissu, um tað var venjingin, sum var orsøkin til góðu úrslitini, ella um tað var alt Faxe Kondi-ið, teir drukku eftir hvørja venjing. Signar hevði tikið útvarpssendingarnar frá kappróðrinum upp á band, so tað var líka gjarna kappróðri, sum tónleiki, lurtað varð eftir í stereoanlegginum hesi árini. Tá tað kom til tónleikasmag, hevði Signar forkærleika fyri John Mogensen og hansara samfelagskritisku sangum. Ikki tí, at hann ikki lurtaði eftir øðrum eisini, til dømis ta ferðina hann hevði tikið "I am the Great Pretender" hjá Freddie Mercury upp á eitt heilt 60 minuttir kasettuband – báðu megin. So slapp hann frá at spola aftur, hvørja ferð hesin frálíki sangur var liðugur.
Signar var umbiðin til arbeiðis og arbeiddi fleiri summarferiur sum málari hjá Una Zachariasen. Nakað seinni fekk hann skipsboð við Fram, har eisini eldri beiggin Jónsvein var við. Signar var biðin at vera kokkur, og her byrjaði hansara lívsleið sum kokkur. Hann fekk stutt eftir lærupláss á Hotel Føroyum og lærdi har til hotellkokk. Næmur, sum Signar var, kláraði hann kokkaskúlan við útmerkilsi, hann var tá 22 ára gamal. Signar arbeiddi síðani nøkur ár sum hotellkokkur á Hotel Føroyum; eitt skifti var hann við Norrønu. Í 1997 fekk Signar kjans sum kokkur við sjóverjuskipinum Tjaldrinum, og hetta starvið røkti hann restina av síni lívsleið.
Signar búði til tað seinasta heima saman við mammuni. Ímillum túrarnar tók hann sær av at viðlíkahalda húsini, og hann hevði ætlanir um at byggja sær eina íbúð uppi á loftinum úti á verkstaðnum. Tíverri gjørdist hendan ætlan ikki veruleiki. Hon er tó eitt prógv um stóra kærleikan, ið Signar hevði til sítt barnaheim og til mammuna.
Signar var ímyndin av vinsemi og trúfesti. Tá Marni og eg ein dagin tosaðu saman um Signar, nevndi Marni, at Signar sum persónur ikki hevði tørv á altíð at fylgja streyminum - hann tordi væl at standa við egnar hugsanir og meiningar. Hetta gjørdi, at man altíð visti, hvar man hevði Signar.
Løtan, tá Signar varð borin til jarðar var hátíðarkend. Tjaldrið var komið á Vestmannahavn. Stór fjøld av fólki fylgdi, og starvsfelagar í búnum vóru møttir mannsterkir at sýna Signari tann seinasta heiðurin. Hesum lítilætna og avhildna manni.
Mínir tankar fara til familjuna hjá Signari. Signar var ein gáva til okkum øll, men saknurin hjá tykkum man vera uttan enda. Heimurin er eina sólstrálu fátækari. Vónandi finna tit treysti í samanhaldinum við hvønn annan og við minnunum um tykkara elskaða Signar.
Góði Signar, ein seinasta hjartans tøkk fyri títt vinalag. Tú fert altíð at eiga búgv í mínum hjarta.
----------
Samson