Ja omma góða, nú upprann tann tíðin at tú slapp hiðani foldum frá inn í dýrdina, har ongin sorg, pína, neyð, og grátur er, tað má sigast, at tað er eitt stórt undur fyri meg at fáa at vita at nú er tú sloppin.
Í seinastuni, meðan tú livdi her niðri, hevði tú trongt teg í gjøgnum mangan mótgang av tínari sjúku og pínu, og eg var mangan bekymraður um teg, eg hugsaði mangan hvat fer nú at henda.
Gott nokk var tú ofta akut innløgd, men viðgerð fekst tú, tað eri sera takksamur fyri, men eitt hugsaði eg um, hvat var mest akut fyri tínari støðu, tað var at Harrin tók teg heim, og nú eru vit komin til tað røttu raðfesting og úrslit, at nú er tú sloppin heim í dýrdina.
Eg kann minnast nógv gott um teg um hvussu forholdini hingu saman okkara millum, ja sanniliga hevur tað verið alt bæði fyri meg okkum øll, tú var altíð líka umhugsin við okkum øll. Tað var mangar gangir, ta tíðina tá vit gingu í skúla, at vit komu heim til tín og fingu okkum døgurða, vit hildu altíð at tað var so spennandi, um hvat tað var vit fingu at eta frá tær, tí tað var altíð góður matur man fekk frá tær, og tú dugdi so væl at gera mat, tað skal tú eiga.
Ja góða omma, eg havi altíð følt meg vælkomnan inn til tín, tú hevur verið eitt opið, klárt og fyrikomandi hjarta fyri hvørja mannaætt, sum hevur stokkið inn á gólvi hjá tykkum.
Eg kann sjálvur minnast tað tíð eg búleikaðist á barnaheiminum, tá búði man niðri í býnum og rættari sagt tú og abbi eisini, tá møttist man oftani niðri í býnum. Tað helt eg vera rættiliga hugnaligt, vit prátaðu eina løtu, áðrenn tú fór at gera tíni ørindir, tá letur so fitt úr tær: Fær tú bara niðan til abba so fært tú ein góðan drekkamun frá honum, onkuntíð kom man bara sjálvur og vitjaði, men tað var ofta, tí man búði so tætt uppá, og man kom altíð líka væl út av tí, man sat og prátaði við teg og abba um mangt og hvat, so man kom ongantíð orðfátækur úr húsinum hjá tykkum aftur. Tað sum tit ikki vistu var ikki vert at vita. Eg eri í hvussu so er komin væl víðari ígjøgnum lívið eftir tykkum, tað skula tit eiga.
Men mín kæra omma, eg vil hjartaliga takka tær fyri tíðina tú hevur verið her niðri hjá okkum, og ynskja tar alt gott fram yvir nú tú ert farin higani foldum frá og inn í dýrdina, Harrin verið við tær, Guds friður verður yvir minninum um okkara kæru elskaðu ommu.
Heilsan ommusonur Niels Heðin Gaard Joensen.
Nå i denne stunden so nær,
Nå du åbne bør,
Hjerte stille ofte dør,
Men frelserens stemme du hør.