Hvør vildi trúð at okur skuldu sita her og skriva minningarorð um teg góði
Magni, sum so brádliga varð tikin burtur frá okkum, bert 17 ára gamal.
Tú var okkum øllum ein góður vinur, altíð vart tú fittur, hjálpsamur og álítandi
og ikki minst í skúlanum vart tú sera raskur.
Okur fara aldrin at gloyma allar tær góðu løturnar, okur høvdu saman, serliga
tey hugnaligu leygarkvøldini. Ja, sjálvt tað seinastu tíðina nýtti tú við tínum
vinum, tá tykor vóru á Eiði og spældu fótbólt.
Tað er sera torført at skilja, at tú ikki ert her ímillum okkum longur, saknurin
er stórur. Men øll tey góðu minnini um teg, koma vit altíð at eiga, og hettar er
okkum ein stór troyst.
Góði Magni, tú kemur altíð at hava eitt serligt pláss í okkara hjørtum.
Okur hugsa við samkenslu um Curt, Vígdis og Unu, nú tit hava mist ein
kæran son og bróður, má Gud styrkja tykkum.
Hvíl í friði kæri vinur
Floksfelagarnir 10.a og 10.b