Tíðindini eru nú um at verða veruleiki fyri okkum, og vit merkja tómleikan, nú ein av okkara hevur lagt árarnar inn. Tað ber til at siga, at Marita í okkara høpi hoyrdi til tað nýggja ættarliðið av arkitektum, sum kom aftaná Olaf Mortensen síðani Palla Gregoriussen og við Gunnari Hoydal sum eitt intermezzo.
Marita gjørdist bert 56 ára gomul og hevði fyri nøkrum árum síðan stovnað arkitektastovuna Arkitektar 99 saman við Jóhan Laksáfoss og framtíðin hjá Maritu og virkinum tyktist vera ljós.
Eg havi frá ungum árum vitað um Maritu og kom at kenna hana á arkitektateknistovuni hjá Palla Gregoriussen í 1974, tá eg í summarfrítíðini, meðan eg las til arkitekt, arbeiddi har, og seinni í 1976, tá eg fekk starv hjá Palla og kom at arbeiða saman við henni. Seinni í 1984 kom Marita at starvast á teknistovuni hjá okkum til hon í 1992 fór í annað starv.
Sum menniskja var Marita av skynsamastu fólkum, var altíð við tí góða orðinum og allur hennara atburður var merktur av tolsemi og vælvilja og í framferð var hon hábærslig og ladylike ? tað er eyðsæð at hon hevur fingið gott í beinini heimaífrá.
Tær listarligu gávurnar komu henni til góðar í arbeiðinum, men altíð helt hon seg aftur í lítillátni, hvat tí listarliga viðvíkti, men ongin, sum kom í samband viðhana, var í iva um hennara skapandi evnir. Sum samstarvsfelagi var hon íðin og nærløgd og arbeiddi væl saman við øðrum til tess at náa dygdini, hetta sóu vit á teknistovuni og henda hugburð bar hon við sær, tá ið hon gjørdist sjálvstøðug. Dømi um hetta síggja vit í sambandi við umbyggingina av Quillingsgarði, sum er eitt gott dømi um skilagott tilfarsval og góða proportionering í royndini at sambyggja gamalt og nýtt. Eisini er stóra umbyggingin av Tryggingini verd at nevna.
Bert spell, at tað ikki untist Maritu longri tíð sum sjálvstøðug at virka í fakinum.
Eitt skifti var hon formaður í Arkitektafelag Føroya og í hennara formansskeiði mentist felagið munandi og hon gjørdi her eitt stórt arbeiði saman við Gunnleyg Durhuus og øðrum, til tess at fáa felagnum altjóða viðurkenning, so at vit í dag sita javnbjóðis við fundarborðið, tá norðurlendsku feløgini hava stýrisfund. Samskifti millum okkum og hini norðurlendsku feløgini er gott og hava vit nakrar ferðir verið vertir í Føroyum fyri hesar stýrisfundir og hevur Marita í sambandi við stýrisfundarnar verið fyrimyndarligur ambassadørur fyri Føroyar bæði her og uttanlands.
Vit eru mong, sum sakna Maritu og eg hugsi serliga um tykkum Katrin, Heini og Diaba, sum nú hava mist eina kærleiksfulla mammu og konu.
Vit drýpa høvur í samkenslu og lýsa frið yvir minnið um Maritu Weihe.
Albert Isfeld