Maria og Dávur fingu 20 eydnurík ár saman, til Maria seinasta summar andaðist eftir stutta sjúkralegu.
Vit ynskja at skriva nøkur orð til minnis um Mariu, og hvat hon hevði at týða fyri okkum. Vit hava kent Mariu altíð, men tá hon kom inn í okkara familju, blivu okkara bond knýtt enn tættari.
Tá Dávur - pápi, abbi og langabbi okkara - bleiv einkjumaður í 1986, var tíðin aftaná sera tung hjá honum at koma ígjøgnum. Inger, fyrra kona hansara, sum fyri tað mesta var heimagangandi, hevði tikið sær av øllum tí húsliga, og fylti nógv í hansara og okkara lívi. Tómrúmið aftaná hana var sera stórt hjá okkum øllum.
Tá Maria og Dávur byrjaðu at koma saman, sóu vit eina stóra broyting hjá honum, og gleddust vit hansara vegna. Maria hevði eitt lætt lyndi og var sera stuttlig at vera saman við. Tey giftust, sum nevnt í 1988, og hon var honum ein avbera góð kona og var eisini ein góð omma hjá teimum smáu abba- og langabba-børnunum. Tey vóru eisini góð við hana, eins og vit onnur eisini vóru tað. Gestablíð sum hon var, hevði hon altíð ein drekkamunn kláran við heimabakaðum, tá ein kom at vitja. Eitt annað vit eru sera takksom fyri, er hvussu væl familjan hjá Mariu tók ímóti honum, og hvussu góð tey eru við hann.
Tað er svárt at siga farvæl við Mariu, og vit sakna hana ómetaliga nógv. Hon var lívlig og frísk í sinni líka til tað síðsta. Á sjúkrahúsinum fekk hon nógvar nýggjar vinir, og eingin hevði trúð, at hennara tíð var so stutt. Tað var rørandi at síggja, hvussu stóra umsorgan hon hevði fyri øllum, hóast hon sjálv var sjúk.
Ein av hennara yndissálmum var hesin hjá Fanny Crosby:
1. Allan vegin hann meg leiðir;
kann eg ynskja meir enn tað!
Kann eg ivast um hans kærleik,
sum meg leiðir dag um dag!
6. Tá so síðsta stig er stigið,
farið er alt myrkt og kalt,
ævigt glaður skal eg sanna:
Jesus leiddi gjøgnum alt.
Maria hvíldi trygg í Jesu ørmum, og vit vita, at um stutta stund skulu vit øll síggjast aftur.
Bára og Petur við familju.