Ikki heilt óvæntað komu boðini um at Magnhild var farin eftir langa og stranga sjúkralegu 74 ára gomul. Hjá okkum, sum eru knýtt til felagið JAVNI kennist tómligt, nú ein sovorðin "kempa" ikki longur er millum okkum.
Magnhild hevur í meira enn ein mannsaldur verið aktiv í felagnum, bæði í sjálvari nevndini í landsfelaganum og í økisnevndini fyri Eysturoynna.
Sjálvur kom eg at sita í nevnd saman við Magnhild. Hon var ein fyrikomandi kona. Gløggskyggd og góð í ráðum. Hon var ongantíð óhøvusk, men kundi vera hvøss, tá tað galt um at verja tey minni mentu. Tað var líkamikið um tað var á nevndarfundi ella á fundi við landstýrið úti í Tinganesi. Hon møtti væl upp. Eg síggji hana fyri mær enn koma saman við sínum trúgva fylgisveini, manninum Sofus, sum hon onkuntíð skemtandi kundi kalla "mín privatsjaførur". Hon aktiveraði eisini onnur av sínum næstu. Dótturin Anna sat eitt skifti eisini í nevndini og vit minnast tær mongu festligu løturnar Juul maður hennara hevur undirhildið við harmonikkuni.
Tað lá henni nær at tað skuldi henda nakað fyri tey menningartarnaðu í Føroyum og sjálvandi eisini í Eysturoyni. Tað var tí ein stórur dagur fyri hana og hennara, tá tá komið var somimið langt at sonurin Jan slapp at arbeiða á verkstaðnum í Runavík.
Í Frítíðarklubbanum vóru tey bæði eisini við at stuðla við virksemi. Aftur her var Sofus "trúgvur sum trøllið" Hann pussaði meðan hon dekorereaði hornini. Tey dugdu væl at gerða burtur úr tí, sum var fyri hendurnar.
Heldur ikki lagnan spardi hana. Synirnir tann elsti Ólavur og tann yngsti Jan blivu, í manndómsárum, tiknir frá henni. Tað munnu vera tyngstu boð fyri eina mammu.
Men Magnhild fall ikki í fátt. Hon setti sítt álit á hin Alvalda. Rørandi varð at hoyra elsta sonin lesa yrkingina hjá Magnhild, sum hon yrkti stødd niðri á Ríkishospitalinum.
Vit í Javna lýsa frið yvir minnið um Magnhild á Toftina og vóna at sami maður hon setti sítt álit á, má troysta tykkum í døgunum sum koma.
Sálina hann til sín tekur,
hýsir henni hjá sær væl.
Alla angist burtur rekur,
tá hann endar dagatal.
Lønin liggur búgvin til,
sum Guð sínum geva vil.
Hann tey vann av deyðadíki,
heim at arva himnaríki.
Vegna JAVNA
Jens Jensen, fyrrv. formaður.