Minningarorð um Niclas Frederik Højgaard

f. 6.4.1912 - d. 8.6.2004

Hin 6. apríl í ár kundi Niclas havt fylt 93 ár. - Nú er nakað fráliðið, síðan pápabeiggi mín, Niclas F. Højgaard úr Rituvík andaðist hin 8. juni 2004. Hetta vóru tungir dagar at koma í gjøgnum hjá okkum avvarðandi. Fyri meg gjørdust hesir dagar serliga tungir, tí Niclas og ein annar rituvíkingur, barndómsvinur mín, Annfinn Petersen, stóðu undir børu í senn og fóru til gravar dag um dag.

Niclas var næstelsti sonur hjá Janu og Dánjal Petur Højgaard í Rituvík. Av hinum systkjunum eru nú bert Ingebeth og Andreas á lívi. Tey, ið farin eru, eru hesi: Nicolina, Petra, Fía, Jørgen, Samson, Jacob og Lítli-Niclas, ið doyði sum lítil. Eins og fleiri systkinabørn, varð Niclas uppkallaður eftir pápabeiggja sínum við sama navni, sum doyði í Hetlandi við "Silverbelle", 22. okt., 1909.
Niclas fór longu sum 14-ára gamal til skips við "William Martin", sum pápin førdi og átti. Hann tók skiparaprógv og førdi "William Martin" í nógv ár - eisini undir Seinna Heimsbardaga, tá ið teir vórðu álopnir av flúgvara og komu heilt illa fyri undir Íslandi. Teir blivu tó á undurfullan hátt bjargaðir av enskum herskipafylgi. "William Martin " bleiv umvæld - og fór aftur í sigling.
Seint í fimtiárunum flutti Niclas saman við konuni Margrethu og synunum Dánjal Jákup og Óla Christian til Grønlands, har hann fyrst fiskaði saman við bróðrinum Jørgen. Seinni sigldi hann við rannsóknarskipum, til hann fór at føra strandfaraskip í Grønlandi. Førdi t.d. "Agdeleq" og "Avoq" í mong ár. Kósin varð aftur sett móti Føroyum, har Niclas og Margretha bygdu sær nýggj hús tætt við barnaheimið hjá Niclasi í Rituvík, og fluttu tey inn hagar í 1978.
Við sínum lætta lyndi, dugnaskapi og stóru persónmensku annars, var Niclas ein nógv avhildin persónur, bæði av høgum og lágum, yngri sum eldri. Eftir at hann misti konuna í 1995 helt hann hús einsamallur, líka til sín doyggjandi dag. Hann fortaldi, at hann avgjørdi ikki at setast inni at kúra, men tók lut í felagslívi av ymsum slag. Til dømis var tað NSÍ, som stóð hjarta hansara nær. Har fylgdi hann væl við og var til allar dystir, sum hann kundi. Tað gleddi hann tí almikið, tá ið NSÍ-arar til stóra 90-ára føðingardag hansara á Svangaskarði møttu upp og sungu fyri honum!
Tað hevur verið tómligt Handan fyri Brekku, nú ongin Niclas var meira; men sonurin Óla Christian er fluttur inn sjálvur fjórði, saman við Siggu, Tóra og Niclas. Tað er hugaligt at síggja ljós undir lonini aftur. Maður kemur í mans stað, tí nú skal abbasonurin Niclas konfirmerast sunnudagin, 10. apríl. - Vit eru mong, ið hava óteljandi góð minnir um Niclas, pápabeiggja. Æra verið minnið hansara.

Dánjal Petur