Minningarorð um okkara fitta Róa

Dagurin 25.02.10, byrjaði við einari sólstrálu, tá eg tíðliga fór i skúla. Men ikki vardi sólstrálan longi, tí tann morgunin fekk eg tey tungu boð um at okkara fitti Rói knappliga var tikin frá okkum.

Tú vart sanniliga ein sólstrála, góði Rói. Tað vóru fáðir dagar, har tú ikki komst heim til okkum við einum stórum smíli á andlitinum, sum eisini fekk okkum øll at smílast. Tað var altíð stuttligt at fáa teg inn.

Eg síggi teg fyri mær, har tú stendur við skúlatasku á rygginum, og spyr um eg eri klár. Tú hevdi altíð tína meining og tínar planir. Tú elskaði náttúruna og legði onki í um tað var vátt ella turt úti.

Eg minnist so væl einaferð, tað var ringt veður, bæði vindur og regn. Mín hugur til túr úti í regni, var ikki heilt til staðar, so eg royndi at finna upp á okkurt annað enn at fara út, tá hugdi tú upp á meg sum um eg var býtt og spurdi um eg ikki var “vatntøtt” ella hvat. So eg var noydd at fara út, og tá ráhyggaði tú tær.

Tú vart sera skemtiligur og dugdi væl arga meg. Eisini plagdu vit at arga Duritu, Jákup Martin og Evu við at snýta tey í Ludo, tá livdi tú virkuliga mitt í verðini. So ein kúllur búði eisini aftanfyri titt blíða lyndi, men soleiðis skal tað eisini vera.

Tá vit gingu túr, ella bara hugnaðu okkum úti í náttúruni, hevði tú ofta nógv gott at fortelja. Tað var mangan eg hugsaði um alt tú segði. Tú fekst ofta mínar tankar á annað spor. Tú lærdi meg virkuliga at vera glað fyri livið og takka fyri tað vit hava.


Eg eri glað fyri at jesupápi lat okkum lána teg, men eg haldi hann kundi bíða eitt sindur við at taka teg aftur. Skilji hann tó væl, tí einum so fittum eingli skal man leita longi eftur. Eg veit hvar tú ert farin góði Rói, og eg eri sikkur í, at tú hevur tað gott.


Takk fyri alt tú hevur lært okkum. Vit sakna teg !


Í dreymaland brátt tú fert inn.

Við brosið og rósum á kinn.

tú droymur um einglar og jól,

um stjørnurnar mána og sól.

Leikar á grønari ong, Jesus signi mín drong.

Sov lítli vinur sov nú.

Tóra v/familju