Minningarorð um ommu mína Elsu Margrethu Frederiksen f. Ellefsen 23. apríl 1913 – 27. sept. 2009

Orð søgd í kirkjuni, tá omma fór til gravar.

Nú fór omma frá okkum. Hon er farin heim til tey, sum fóru undan henni, 96 ára gomul. Hon hevur haft eitt langt lív. Var røsk til beinini ikki orkaðu meira og púra klár til tað seinasta. Hon var troytt og mett av døgum og bønaði meir enn einaferð Harran um at taka seg heim. Eitt langt lív er at enda komið, og omma hevur fingið frið og hvíld. Hon sá friðsæl út og lá við sínum vanliga smíli, nú vit søgdu seinasta farvæl við hana.
Omma var frá tí ættarliðnum, har ein omma var ein OMMA. Har ein omma ALTÌÐ hevði stundir og ikki minst tol til børnini. Hon elskaði at hava fult hús, og eg trúgvi aldrin, at man spurdi, um man kundi koma, um hon orkaði ella hevði stundir til okkum. Har var onki sum æt at biðja ella bíleggja tí. Har stóð hurðin altíð opin, og man merkti aldrin, at man ikki var ynskt, ella at man var til fortreð, ella at man var nakað stríð hjá ommu. Har var fult hús av børnum, svigarbørnum og ommubørnum nærum hvørt vikuskifti og hvørja feriu.
Eg havi bara átt eina ommu – so hon hevur altíð verið mín lítla, fitta, serliga omma. Eg vaks upp hjá ommu tey fyrstu árini og havi altíð følt meg ómetaliga tætt knýtta at míni ommu. Eg var har hvønn einasta frídag og hvørja feriu, eftir at vit fluttu til Sørvágs. Minnist, at eg fór tøffandi yvir við tí stóra bussinum hjá Henry, og so stóð omma so fitt og bíðaði eftir mær uppi á vegnum. So oman í Kirkjar, ketilin bleiv settur á kók, ímeðan vit fóru niðan til Gunnhild at proviantera mariukeks og hvítar bleytar mintkaremellur í leysari vekt. So oman at velja tað stórsta krússi, so eg akkurát fekk 5 samanlagdar mariukeks niður í heita drekkamunnin. Ja tað var luksus – tí man kundi eta so nógvar, ein vildi og bloyta tær so galið, ein vildi. Datt meginparturin í krússi, so fekst tú bara eina skeið at súpa tað upp við.
Hon var so deiliga ommulig! Eg havi altíð haft somu innaru mynd av ommu. At hon altíð hevur verið lítil, rund, heit og ommulig – eisini sjálvt um eg á eldri myndum síggi, at hon als ikki altíð hevur sæð út sum á míni innaru mynd. So tað má vera eitt gott tekin. Onki broytt, men tann sama ígjøgnum øll mongu árini.
Eg elskaði at vera hjá ommu. Gleddi meg at fara við henni í kjallaran at mjólka. Gleddi meg at binda halan á kúnni, ímeðan omma lat seg í plasthettu og mjólkakittil. Gleddi meg at fara niðan á Portur við ella eftir kúnni saman við ommu. Og undir dýnuna hjá ommu slapp man eisini. Løtan, tá songartíð nærkaðist, var heilt serlig – tí tá bleiv stákast óført og gjørt klárt til tað stóra morgunmatarborðið morgunin eftir á songini. Alt varð tikið við upp á loft. Tann kempistóra fjarðadýnan bleiv rist væl og virðiliga, og hon lá so tung á okkum, at tú nærum ikki fekk flutt teg. Heitt og trygt lá eg undir liðini á ommu og svav. Tá morgunin kom, vóru allar fjarðarnar endaðar á fótalagnum, so omma aftur at rista upp á pláss. “Dyppkókarin” bleiv settur í kannuna at prutla, viskistykki lagt sum dúkur á dýnuna. Og so bleiv morgunbakkin settur á. Tað var hugni – ommuligt.
Hjá okkum børnum – ommubørnum – var næstan alt loyvt, men tó við skili. Vit spældu handil í teim krókum vit vildu, tómdu næstan hvørt skáp og hvørja skuffu so vit høvdu nokk av handilstingum. Sandurin, sum var okkara stóra spælipláss, bleiv mestur allur drigin niðan um húsini hjá ommu, so har lá mangt og hvat, sum tá altíð skolaði uppá land av gomlum skrambli. Ómakaðir skógvar í hópatal o.a, sum vit samlaðu niðan. Aldrin varð nakað grenj at hoyra frá ommu um allan hurlivasan. Øll tey Anders And-bløð, ið hon hevur týtt til føroyskt eru óteljandi. Og soleiðis kundi eg hildi áfram at fortalt um límaðar goggur, heimagjørdar dukkulisur, Daells Varehus-príslistar, sóljukransar o.a. Allar løturnar í hoyna úti á trøðni ígøgnum árini standa enn líka livandi í minninum. Telti, drekkamunnanir úr termokannuni, sum smakkaðu heilt serligt saman við figroll keks og ikki at gloyma sunsipp til okkum børn. Hønurnar uttanfyri, dúgvurnar ovast í kjallinum og heimalombini uttanfyri, tað var alt ein natúrligur partur av okkara barnadøgum
Jú – fyri meg, og eg rokni við at eg kann siga tað frá øllum ommubørnunum, var omma, sum mín innara mynd er av henni. Hon var lítil, rund, heit og deiliga ommulig.
Takk til tykkum sum vóru so stór hjálp hjá ommu, og sum hon ikki kundi verið fyri uttan tey seinastu árini, hon búði heima við Kirkjar. Og takk til tykkum øll á Sýnini sum vóru um hana tey 2 árini hon búði har.
Góða omma, takk fyri at vit sluppu at hava teg hjá okkum so leingi.
Hvíl í friði góða omma.

Elsa Margith