Ongin vil missa. Men vit missa øll. Sorg er altíð knýtt at missinum, tó eru umstøðurnar so ymiskar. Vit hava mist Ommuna, og vit syrgja. Men vit minnast eisini. Vit minnast ein persón sum hevur verið við okkum alt okkara lív. Ein persón sum hevur verið ein savnandi megi - og eitt stórt menniskja.
Omman livdi eitt langt lív. Ikki altíð eitt lætt lív, tó eitt ríkt lív. Eitt ríkidømi sum hon við stórari lívsgleði gav víðari til okkum, fyrst til síni børn - og síðan til okkum - ommubørnini.
Í Sumba varð hon fødd, og har búði hon alt sítt lív. Hon fann sína eyðnu í Sumba, og giftust hon abbanum, Poul á Ólafløtti. Saman fingið tey 6 børn; Hildugerð, Páll, Ásu, Onnu, Aksal og Guðmund. Omman gjørdist einkja í alt ov ungum aldri, bert 55 ára gomul - hetta varð eitt nívandi tap - men í neyð styrkjast nøkur - so varð við Ommuni. Hon misti sín lívs kærleika, men lívið skuldi eisini berast víðari. Sjálvt um øll hennara børn nú vóru tilkomin - so varð hennara fremsta uppgáva at fjálga um. Tá vit ommubørnini í Havn fóru til Sumbiara at ferðast - ja so fóru vit ikki suður - vit fóru sum so heldur ikki til Sumbiara - vit fóru til Ommuna. Omman var hesin serligi dragandi persónurin í okkara lívi - okkara felagsnevnari. Hon var persónurin sum vit kundu lata okkum upp fyri, sum vit kundu tosa um alt við. Omman var tíðarleys - prestur segði tað so vakurt til jarðarferðina, har hann segði frá um hana, at hon var persónurin, sum kundi seta seg niður og lurta eftir nýmótans tónleiki - ella seta seg niður framman fyri sjónvarpi og hyggja eftir onkrari serligari ítróttarhending. Hon gjørdi hetta av persónligum áhuga - men eisini tí hon vildi skilja sína samtíð - skilja hvat rørdist innan okkara sinn.
Omman var tann stóri fyriskiparin. Hon hevði sítt lítla ríki á Skankafløtti, staðarnavnið har heim hennara stendur. Omman fekk tingini at henda. Um hon í onkrara støðu hevði tørv fyri at vera nakað berðsøgin, so gjørdi hon tað á ein slíkan hátt, at hon ikki særdi nakran - men ein skilti, at nú var Omman ótolin, og vildi hava okkurt fingið av skafti.
Omman var ikki tann persónurin sum kom so nógv út, og hon gjørdi ikki nakað hóvasták burturúr sínum egna persóni. Men fjøldin sum fylgdi Ommunu á hennara síðstu ferð hendan kalda vetrardagin í november, prógvaði at hon var ein persónur fólk vildu kennast við. Øll kendu Elviru - og ?tey hjá Elviru?. Vit sum bara komu til Sumbiara at ferðast - vit vóru eisini ?hann? ella ?hon hjá Elviru?.
At koma suður verður ikki tað sama. Omman er har ikki longur, og upp-gávan sum savnandi miðdepil er farin á aðrar herðar, ið skulu savna onnur ættarlið.
Omman er farin til sínar forfedrar. Vit ið sita eftir kunnu líta afturá við takksemi. Vit hava bert góð minnir - og vit vita, at tey sum nú eru saman við Ommuni hava tað gott.
Vit vilja hervið lýsa frið yvir Ommuna. Hvíl í friðið.
- Herman, Poul og Marian