Skaldið Henrik Ibsen búði í fleiri ár í Rómverjaborg, og har skrivaði hann millum annað meistaraverkið “Brand” ið kom út í 1866.
Tað var eftir eini vitjan í Peturkirkjuni at hann byrjaði at skriva “Brand”.
Hann umrøður millum annað deyðan og tað, ið hendir hareftir vil fylgjandi orðum:
“Inn í náttina, gjøgnum deyðan. Hinumegin skoða vit morgunroðan.”
Hesi orð runnu mær í huga týsmorgun 29. september í ár, tá eg sat við grøvina hjá Hansu og Osvaldi og hugdi út yvir kirkjugarðin, har fleiri av familju mínari og vinum nú liggja.
Tað er henda sæla vónin, ið uggaði meg, har eg sat sorgtungur og undrandi henda heystmorgun. Morgunroðin bar mær boð um, at ein dag hittast vit aftur heima hjá Harranum, har hvørki deyði ella sjúka er meira.
Fáar dagar seinni fór eg til Rómverjaborg í embætisørindum. Ein av døgunum har hugdi eg at húsinum har Henrik Ibsen búði, tað liggur tætt við Sponsku Trappuna, og síðani fór eg inn í kaffistovuna hann dagliga vitjaði, har mynd av honum enn hongur í einum av salunum.
Meðan eg fekk mær ein kaffimunn, mintist eg aftur til løtuna eg sat við grøvina hjá Hansu og Osvaldi og hugsaði um, hvussu baldrut og trupult lív menniskjans kann verða.
Osvald misti konuna Hansu 30. august 2008, og tað gingu bert 10 mánaðir, so fór hann eisini.
24. februar í ár doyði svigarsonurin Gunner Grønbæk, so ikki kann sigast annað, enn at síðsta árið hevur verið trupult fyri familjuna.
Osvald var føddur í Havn 7. mars 1922, og aldist upp í Tróndargøtu.
Foreldrini vóru Poulina, fødd Joensen úr Kollafirði og Ole Sofus Hansen úr Havn.
Systkini vóru fleiri: Elly, Mary og Sólbjørg, allar búsitandi í Danmark. Mina, ið flutti til Noregs, og Paula og Daisy búðu í Havn. Har afturat var systurin Ruth, ið doyði sum smágenta, og bróðurin Denhard, ið doyði 14 ára gamal.
Sum ungur arbeiddi hann hjá Poul á Kirkjuvegi við fyrifallandi graviarbeiði, og frá 1948 – 57 arbeiddi hann sum skorteinsreinsari í Havnini. Hetta arbeiði hevði faðirin áður havt.
Í 1957 fór hann at arbeiða hjá Frants Restorf, og har var hann til hann fór frá í 1992 vegna heilsubrek.
Í 1945 keypti hann trøð sína við Dalavegin, og tá hann giftist við Hansu í 1952, hevði hann bygt hús síni á trøðni, har hann hevði bæði kúgv og seyð.
Tey fingu børnini Gunnleyg og Óla Regin. Gunnleyg giftist við Gunner sála, og Óli Regin við Jenny. Abbabørnini eru 6 og langabbabørnini 3.
Sum ungur spældi hann við HB, og hann var eisini við í hornorkestri Frelsunarhersins og seinni við Havnar Hornorkestri.
Nú Osvald er farin, takka vit hjúnuni fyri mangar góðar løtur vit hava havt saman. Tú var ein góður og hollur vinur at hava og gjørdi ikki nógv um teg. Vit minnast teg sum ein sera vinsælan, hugnaligan og skemtiligan mann, ið var sera góður við familjuna. Nú aldurin kom, og bæði Hansa og svigarsonurin fóru, var lívsgøtan ein sera brøtt brekka at ganga fyri teg.
Vinmaðurin Mourits Mohr Joensen hevur skrivað frálíku yrkingina: Lívið er handað.
Í ørindinum 2 og 4 skrivar hann:
Træið har stendur
við bløðum um fót,
breiðir út berar hendur.
Lívið er tagnað og følnað er rót,
er farið til ævigar strendur.
Vit altíð teg minnast
við gleði og gleim,
og sorg í sál skal linnast.
Eitt ljós tú vart við tykkar heim,
vit goyma í hjartanum innast.
Harrin vælsigni familjuna og minnið um okkara kæra Osvald.
Erna og Njál