Mánamorgun tann 15. apríl kl. 7.30 ringdi telefonin heima hjá mær. Eftirsum tað var so tíðliga um morgunin, hugsaði eg, um tað mundi vera úr Føroyum. Tí at babba hevði verið sjúkur eina tíð.
Og so var. Tað var mamma, og røddin á henni var ikki tann sama, sum hon plagdi at vera. Hon segði, at hon hevði ikki góð boð at bera mær. Hon segði, at nú var babba farin.
Sjálvt um babba hevði verið sjúkur eina tíð, kom tað dátt við, at hann ikki var her meira. Dugdi ikki at skilja tað, at hann ikki skuldi vera millum okkum meira.
Tankarnir gingu aftur til síðsta summar, tá eg og Stefan vóru í Føroyum. Babba var ikki heima, tá vit komu heim at vitja, hann var úti við Morning Star, og minnist meg rætt, kom hann aftur einar 3-4 dagar, eftir at vit vóru komin. Eg hevði gingið túr við soninum hjá mær, Stefan, tá eg fór inn á gólvið hjá Súsannu systur míni. Eg bleiv rættiliga bilsin, tá eg sá babba sita har við køksborðið. Hevði ikki lagt til merkis, at Morning Star var komin. Hann reisti seg upp og gekk ímóti mær, og so tók hann um meg og ynskti mær vælkomnari heim, man datt næstan burtur í føvninginum hjá honum. Tað føldist so væl. Vit byrjaðu at tosa beinanvegin saman. Tá eg so spurdi hann, hvussu leingi hann bleiv heima, svaraði hann, at hann ikki ætlaði avstað aftur, fyrr enn eg var farin niðuraftur. Hann helt, at tað var so langt ímillum, at man sást.
Ein dagin fóru babba, Stefan og eg niðan í hagan. Mær hevur altíð dámt væl at gingið í haganum saman við babba, tað er nakað, eg havi gjørt nógv av sum barn. Vit gingu næstan niðan á Skálabrekkuna, tað var so gott veður tann dagin, og hann fortaldi um fuglarnar, áirnar, og um hvussu allir steinarnir itu. Tað var áhugavert at lurta eftir honum, og hann dugdi so væl at fortelja um alt. Babba hevur eisini gingið nógv í haganum, tað var fast hjá honum, tá hann kom frá fiskarínum, at fara ein gongutúr niðan í hagan, og tað blivu eisini nakrir gangitúrar, áðrenn hann skuldi avstað aftur. Men hagin var eisini babbasa størsta interessa. Meg minnist eisini, at tá vit systkin vóru yngri, tóku mamma og babba okkum ofta niðan í hagan serliga um summarið. Tá plagdu vit at fara ein góðan sólskinsdag og ganga niðan á Fjall, tað gjørdu vit fast ígjøgnum fleiri ár.
Summarið gekk skjótt, og vit skuldu aftur til Danmarkar. Vit skuldu sigla við Norrönu, og tað var babba, sum fylgdi okkum til Havnar. Vit vóru við Ternuni til Havnar, og tað bleiv ikki tosað so nógv. Tað er altíð so tungt, tá man skal fara avstað aftur. Vit komu til Havnar og fóru beinanvegin yvir til Norrönu. Tá vit høvdu kekkað inn, kom tíðin til at siga farvæl. Babba ynskti mær og Stefan ein góðan túr niður aftur við vón um, at vit komu at síggjast skjótt aftur. Vit tóku um hvør annan, so fóru vit umborð.
Tá vit høvdu koyrt bagasjuna inn á kamarið, fóru vit upp á dekkið at vita, um vit sóu babba standa niðri á keiini, og tað tók bert ein minutt ella tveir, til vit sóu hann, og vit byrjaðu at veittra til hann, og hann veittraði aftur. Tá Norröna legði frá bryggju, stóð babba har á keiini og veittraði til okkara, og vit veittraðu til hann, til Norröna tók og snaraði og byrjaði at sigla úteftir, og vit mistu hvør annan úr eygsjón.
Tá vit komu niður aftur, fór babba aftur at sigla, og eg tosaði ikki so nógv við hann teir næstu mánaðirnar. Tað var so sjáldan, at hann var heima, tá man ringdi, men man spurdi altíð eftir honum, og hvussu tað gekk við fiskarínum hjá honum.
Babba hevði verið sjómaður alla sína tíð, fór til skips fyrstu ferð bert 14 ára gamal. Tað var hansara lív at vera á sjónum, og har treivst hann væl. Babba hevur siglt við nógvum skipum gjøgnum tíðina, í seinastuni við Morning Star. Har var hann, tá hann bleiv sjúkur, og teir sigldu inn við honum. Tá babba kom fyri seg á hospitalinum, tosaði hann bert um, at nú var fiskaríið liðugt. Tað dámdi honum nokk ikki so væl. Babba bleiv 67 fyri hálvumøðrum ári síðani og kundi verið farin á pensjón, men tað vildi hann slettis ikki. Hann tímdi ikki bara at ganga við hús og einki gera, og so var, at babba helt fram at sigla.
Tann 15. desember um morgunin ringdi mamma og segði, at babba var farin á sjúkrahúsið í Klaksvík. Hann hevði fingið blóðpropp í hjartað, men hevði fingið tað betri. Tað vóru eini ring boð at fáa. Tað var, sum alt steðgaði upp. Eg hugsaði um at missa babba, tað kundi eg slettis ikki fyristilla mær. Havi altíð sæð babba sum ein sterkan mann og havi aldri trúð, at hann kundi doyð. Kanska rættiliga naivt, tí tað er tann vegur, vit øll skulu ígjøgnum. Tá babba hevði ligið á Klaksvíkar sjúkrahúsi í nakrar dagar, bleiv hann fluttur til Landssjúkrahúsið í Havnini, tí tey høvdu betri tól.
Tær næstu vikurnar vóru ógvuliga upp og niður, og tað stóð ofta um lív. Tað vóru harðar vikur, havi ongantíð gráti so nógv sum tá. Hvørja ferð telefonin ringdi, visti man ikki, hvat fyri boð man fekk.
Tað bleiv avgjørt, at tá alt bleiv stabilt, skuldi babba flytast niður á Ríkissjúkrahúsið og fáa by-pass operatión, av tí at hjartaklappurin hevði tikið skaða og lak illa.
Og tann 8. januar var tað so mikið stabilt, at babba bleiv fluttur niður við leiguflogfari hjá Atlantic. Mamma, Diddi og Sigvør vóru við. Tey komu fyrst til mín við bagasjuni, síðan fóru vit øll saman við gubba, mammubeiggja mínum, sum var komin úr Rødby Havn inn til Keypmannahavnar at taka ímóti, inn á Ríkissjúkrahúsið. Tað var hart at skula síggja babba liggja har í respirator. Eg tordi ikki at fara heilt inn til hann. Tað tók nakrar dagar at manna seg upp til at standa við síðuna á honum og venja seg at síggja hann liggja so hjálparleysan.
Síðan gekk hálvurtriði mánaður, har tað gekk upp og niður, og læknarnir søgdu, at teir kundu ikki geva babba eina by-pass operatión. Av tí at babba hevði tapt seg so nógv, hevði hann mist so nógvar kreftir. Hann mátti koma til kreftir áðrenn eina operatión, annars fór hann ikki at klára operatiónina. Tá babba var komin fyri seg so nøkulunda, bleiv tað avgjørt, at hann skuldi flytast uppaftur til Føroyar og koma til kreftir har heima. Tað var hann so spentur uppá, og hann tosaði bara um at síggja øll aftur har heima. Tann 27. mars kom dagurin, at farast skuldi upp aftur. Tað var ringt at skula siga farvæl kvøldið fyri við babba. Eg hugsaði, um tað mundi vera síðstu ferð, eg sá babba á lívi. Eg royndi at skúgva tað út úr tankanum, men tað var eitt kensluborið avskeð.
Túrurin til Føroya gekk væl, og babba bleiv fluttur aftur til Havnar á sjúkrahúsið. Síðan babba kom heim aftur, var tað meira afturgongd enn framgongd, og bert hálvatriðju viku aftan á heimkomu sína, tann 15. apríl, andaðist babba.
Tað er ringt at skilja, at babba ikki er her meir. Man roynir at fara víðari, og Stefan hevur spurt so ofta, hví abbi skuldi doyggja. Man hevur einki svar, men Gud vildi nokk hava babba heim nú, hansara tíð var at enda komin.
Eg havi verið glað fyri, at babba hevur verið niðri. Sjálvt um hann alla tíðina hevur ligið á sjúkrahúsinum og ongantíð kundi koma heim til mín, sum hann ynskti so nógv, so hevur tað upp á ein máta verið lættari fyri meg at koma víðari. Man var so ofta á hospitalinum, sum man kundi, og vitjaði hann, og man sá, hvussu skiftandi tað gekk við honum.
Til systkinini hjá mær, Diddi, Beiggi, Súsanna og Turid. Eg veit, hvat tit fara ígjøgnum. At missa babba, tað er nógv og eisini ein stórur saknur. Má Harrin signa og styrkja tykkum øll gjøgnum hesa sváru tíð.
Men ringast er hjá tær, mamma, tú sum hevur mist tín mann. Tú vart ein góður stuðul hjá babba. Ígjøgnum hansara fýra mánaða sjúkralegu vart tú hvønn tann einasta dag og sat uppi yvir honum, meðan hann lá. Tað hevur verið hart fyri teg at sæð babba liggja so sjúkan, men tú kláraði teg so væl, og eg veit, at babba var glaður fyri, at tú vart har hjá honum. Má Harrin signa og styrkja teg gjøgnum hesa sváru tíð, tú skalt ígjøgnum.
Babba, eg takki tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg og míni. Tú hevur verið ein góður pápi. Eg komi at sakna teg ógvuliga nógv. Tað verður ringt at koma til Føroyar at vitja, og tú ikki verður har, men eg veit, at vit ein dag skulu síggjast aftur, og tað er gott at vita. Men tað besta við tær var, sum teg takki tær mest fyri, er, at tú mín pápi var.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um babba.
Paula