Út á dagin komu sorgarboðini, at Petur Chrisitansen var farin. Tá rann mær tá til hugs, at júst sum dagurin var, soleiðis kendu vit eisini Petur. Friðsælur og fyrikomandi. Hevði virkað ósjálvsøkið í tænastu fyri síni medmenniskju. Hansara lutur lá ikki eftir.
Petur var sonur Viggo og navnframu Katrinu Christiansen bæði úr Havn og var Petur elstur av trimum systkjum. Bróðurin Haldor er handilsmaður og systirin Maria var eitt mannaminni leiðari i Dr. Ingridar barnagarði.
Petur tók á ungum árum víðkaðu maskinmeistaraútbúgvingina og elektroinstallatørroyndina. Eitt skifti sigldi hann sum maskinmeistari, men í 1953 fór hann í starv sum lærari á Føroya Sjómansskúla. Frá 1965 til 70 var Petur stjóri á Føroya Maskinskúla.
Best kendur mundi hann vera frá politiska felagslívinum. Petur var bæði ting- og býráðslimur, valdur fyri fólkaflokkin. Hann var tingmaður frá 1966 til 70 og var valdur í býráðið frá 1960 til 80, harav hann sat sum borgarstjóri í nýggju ár. Umframt hesi álitisstørv sat Petur eisini í ymiskum nevndum. Bæði á løgtingi og býráðnum vóru skotsmálini tey somu Petur var stillførur, álítandi og hugskotsríkur maður.
Tað var í seinnu helvt í sjeytiárunum, at eg fyrstu ferð koma á gátt hjá Peturi og Onnu. Tað er ikki at taka seg aftur í, at tey sum komu í teirra heim kendu seg væl. Har var blíðskapur frá fyrsta degi.
Skilligt var, at Petur, sum tá var borgarstjóri í Tórshavn, var sera upptikin av sínum arbeiði, at hjá honum var einki sum at 8-tíma arbeiðsdagur. Hann var borgastjóri allan sólarringin, eisini í vikuskiftunum. Hann luttók av heilum hugi og evnum at røkja tað álitisstarv, sum honum var litið til.
Og undir hansara leiðslu var stór framgongd í býnum. Hetta vóru ár, sum settu sera stór krøv til útbygging í Havnini. Við hegni megnaði Petur at fáa semjur í býráðnum um kravdar stórverkætlanir, hóast tað mangan mundi vera trupult.
Úr rúgvuni kunnu nevnast útbyggingar á høvuðs- og ringvegirnar, har m.a. R.C. Effersøesgøta var íbundin Bøkjarabrekku, sum gjørdist høvuðssamferðsluæðrin í býnum.
Havnalagið var útbygt í stórum, nærum soleiðis sum vit kenna tað í dag innanvert molan.
Trapputrøðin við SMS gjørdist veruleiki og nýggjar útstykkingingar vóru framdar til stóra gleði fyri ungar vónarríkar familjur. Og ikki at gloyma skúlabyggingar og útbyggingar á ítróttarøkinum, har Petur var undangongumaður, tá avgjørt var at fara undir at byggja nýggjan innandura svimjihyl. Millum summi var stór mótstøða móti hesi bygging, men Petur stóð við sítt. Svimjihylurin gjørdist veruleiki. Og skjótt fánaðu mótmælini, tá tað var greitt, at henda høll gjørdist besta íkastið til frítíð, heilsu og ítrótt nakrantíð. Og soleiðis kundi verið hildið fram.
Nú skoðað verður góðan mansaldur aftur í tíðina er eingin ivi, Petur var sera framsíggin, ein visionerur maður. Undir hansara leiðslu flutti Havnin seg inn í framtíðina og hóast útbyggingarnar tá vóru stór fíggjarlig tøk, so var skuldin avmarkað samanborið við fíggjarorkuna, sum kommunan hevði, tá hann legði frá sær. Við sínum sinniliga atburði og hegni at fáa ætlarnirnar framdar, megnaði Petur soleiðis at leggja grundarsteinarnar til tann vælabý, sum vit búleikast í í dag - Tórshavn, sum allir landsmenn eru glaðir fyri.
Petur var sera fryntligur at koma á tal við og var hann trúgvur móti sínum medmenniskjum. Hetta var eisini sjónligt í tí felagsarbeiði, sum Petur luttók í alt sítt virkna lív. Ikki minst hevði fráhaldsarbeiði hollan stuðul í honum.
Í politiska felagslívinum lá hansara partur heldur ikki eftir. Tað var tí sjálvsagt, at hann bæði var uppstillaður og valdur á ting og í býráðið. Áhugi hansara fyri tí virkna politikkinum skapti álit millum veljararnar og sigast má, at hann ongantíð sveik tær hugsjónir hann bygdi sína samfelagsfatan á.
Petur giftist í 1949 við Onnu Poulsen, ættað av Strondum, dóttir Janu og Jóhan Poulsen, tingmann fyri sambandsflokkin í hálva øld. Anna og Petur búsettust við Grønlandsvegin í Havn og fingu tey tríggjar synir, sum allir búgva í Havn.
Tá tú komst á gátt hjá Peturi og Onnu, so flutti tú teg inn í ein politiskan heim. Sjónligt var, at har var politikkur í báðar ættir. Eitt livandi stað, har orðaskifti um politisk gerandismál altíð var partur av ríkandi samskiftinum.
Longu tá Petur legði frá sær sum borgarstjóri, var hann raktur av varandi sjúku, sum síðani nervaði hann meira og meira. Men sær sjálvum líkt bar Petur hesa ringu lagnu í stillum. Mangur annar hevði óivað hoknað undir byrðuni. Besti stuðulin var konan Anna, sum trúðføst var um hann hvønn einasta dag øll árini Petur var á Lágargarði. Í Onnu átti hann ómissandi hjálpina, sum gav honum orku at treiskaðist og megna at fara reiðiliga um tey áttati, áðrenn hansara lívsljós at enda brann burtur.
Maður kemur í mans stað verður sagt. Tað var tí til mikla gleði fyri Petur, at yngsti sonurin Jan longu á ungu árum gjørdist býráðspolitikkari. Ikki minst, tá Jan megnaði at gerast borgarstjóri í Havn, var hetta til stóra frøi fyri foreldrini at síggja, at sonurin eisini taldist millum teirra, ið bar framá tann vælaførning, sum pápin 20 ár frammanundan hevði sett frá sær.
Nú Petur er farin handan sýn, er ein hugsjónar- og framburðsmaður farin. Ein maður, sum var góður í ráðum og sum við sínum viti og innliti kundi taka lut í øllum samfelagskjaki.
Tað er við sorgblídni at hesar reglur verða feldar á blað. Við ynski um samhuga til tykkara Anna, synir við familju og avvarandi annars, vil eg lýsa frið yvir minnið um undangongumannin Petur Christiansen, fyrrverandi løgtingsmann og borgarstjóra í Havn.
Bjarni Djurholm