Minningarorð um Sigurd Bærentsen

f. 6. nov. 1949 d. 20. jan. 2007


Nú ein mánaður er liðin síðani Sigurd Bærentsen andaðist, koma minnini fram um henda mentaða mann og okkara góða vin. Sigurd var álitismaður og bygdamynd.
 
Kirkjuni tænti hann bæði sum degnur og organistur, líka til hann gjørdist sjúkur og ikki megnaði meir. Lærari var hann í skopunar skúla frá ungun árum, og var hetta eitt starv, hann røkti til fulnar.
 
Sigurd var ein maður, sum ein altíð kundi heita á um okkurt var, tí evnini hevði hann sum fáur, bæði til sang, yrking, skriving og spæl. Var veitsla, so sum brúdleyp, fødingardagur o.a. sást tú altíð Sigurd, og var tað altíð við einum stóri smíli og annaðhvørt hevði hann gittar ella var tað harmoninkuna, hann spældi á. Ein sera skemtiligur og hittinorðaður maður. Ein maður sum stóð inn fyri sítt orð.
 
Minnast ta ferðina vit vóru í Danmark við manskórinum og sungu í ymiskum býum, har var tað aftur Sigurd sum fekk ein uppgávu, hesaferð var tað at skriva dagbók. Tað var eitt hæddarpunkt á degnum, tá lesast skuldi. Sera væl úr hondum greitt.
 
Minnini eru nógv, og var hann okkum ein góður og trúfastur vinur. Vit sakna løturnar, vit høvdu saman. Serliga væl minnast vit túrarnar, tá hann kom av Dalinum, og kom inn á vegnum – bankaði stillisliga uppá og spurdi um hann órógvaði, men Sigurd órógvaði ikki. Hann kundi mann tosa við um alt og ikki minst andaligt, um Hann, sum Sigurd hevði sett sítt álit á.
 
Góða Sólva, Jónsvein, Kristin, Jacob Ebbi og Pætur. Tit hava mist ein góðan mann og pápa, og má Harrin troysta og styrkja tykkum í hesi stóru sorg og sakni í tíðini sum kemur. Eisini hugsa vit um tykkum Petra og Jacob.
 
Sólva góða, tú var Sigurdi ein góð kona, og vísti tú tað so dyggiliga undir hansara sjúkralegu. Tú var um hann bæði nátt sum dag, við góðari hjálp frá familju og vinum, sum Sigurd so oftani hevði á orði, tá vit vitjaðu. Eisini plagdi hann at siga, at Sólva er tann sama, og eg eri akkurát líka góður við hana enn.    
 
Við hesum fáu orðum, lýsa vit frið yvir minnið um okkara góða vin Sigurd Bærentsen – minni sum ikki verða gloymd, men goymd.
 
Mads og Oda