Minningarorð um Ásmund Lamhauge

Tú ert ikki millum okkum meira, men í tonkum mínum ert tú mangan.
Ja, kvøldið fyri tosaðu vit saman í telefon, og lítið vardi tað meg at hetta skuldi verða seinastu ferð, vit báðir tosaðu saman.

Um morgunin hin 13. oktober heilsaðust vit, áðrenn farið var til verka hendan dagin. Seinni bleiv eg ringdur upp og fekk tey tungu boðini, at tú ikki longur vart ímillum okkum, og at tú hevði verið fyri syrgiligari vanlukku. Tú fekst við tað, tær dámdi væl. Tá hesi tungu boð bórust mær, reikaðu tankar mínir víða um.


Eg havi kent teg sum ein góðan vin og nábúgva í 37 ár. Og ígjøgnum hesi ár hava vit havt manga góða løtu saman. Tað var altíð hugaligt at tosa við teg, bæði tá tað snúði seg um álvara og gaman. Serliga sita tær løturnar fastar, tá tú sat á trappuni og rullaði tær eina samson. Tá var tað ikki so sjáldan, at tú ikki visti okkurt skemtiligt at siga frá. Tí hittinorðaður og skemtingarsamur vart tú, hetta eru løtur, sum eg ongantíð komi at gloyma.


Vit nábúgvar, ið kendu teg, vita hvat tað er, at missa teg og kenna saknin eftir teg. Hugsi um tykkum, Jastrid, Nicolinu og Dianu við familju. Má Harrin styrkja tykkum.


Tú helt hondina yvir teimum, sum ikki høvdu tað so lætt í skúlanum, og høvdu brúk fyri eini serligari hjálp – hetta fekst tú eisini eitt heraklapp fyri.


At tú ikki vildi lata nakran standa uttanfyri, havi eg eisini kent uppá mín kropp. Eg minnist, at eg sum ungur drongur stóð einsamallur niðri á Støðni og hugdi, meðan bátarnir fóru eftir høgguslokki. Tá tú rópti: ”Jóhan Pauli kom tú við mær, tú skalt ikki standa einsamallur eftir”. Tú hevur lært meg mangt og hvat.


Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin Ásmund Lamhauge.


Jóhan Pauli.