Minningarorð um systkinabørnini bæði

Súna á Ryggi, f.1. mai 1948 - d. 2. mars 2009, og Albert Hansen, f. 20. sept. 1943 - d. 5. apríl 2009.

Góði Súni

2. mars í fjør var fjørðurin so rógvin. Títt lívsskeið var at enda komið. At vera saman við tær kendist altíð gott. Tú vart altíð til staðar við einari stillari nærveru, eygleiddi og lurtaði, tó hevði tú tína greiðu meining og segði tína hugsan um samfelagsviðurskifti, politikk o.a. serliga umstøðurnar hjá fiskimanninum høvdu tín áhuga.

At vera førur fyri at bera álvarsliga sjúku og framvegis megna at gleðast um lívið og smáar hendingar í gerandisdegnum var onki minni enn eitt bragd. Tú átti ein frið og innari styrki, sum er gott at eiga, tá lívsins stormar leika í.

Henda frið og nøgdsemi havi eg kent, frá tí eg kom inn í tykkara familju, har vermóðir Arna altíð skapti hugna í heiminum, altíð við tí góða orðinum og væl nøgd. Jógvan,verfaðir eydnaðist mær tíanverri ikki at læra at kenna, hann andaðist í 1965, bert 57 ára gamal. Ingibjørg, fastir tykkara, sum kom at hava so nógv at týða fyri tykkum systkini, hevði somu lívsáskoðan sum foreldur tykkara. So tit hava fingið góðan førning við tykkum út í lívið, og hetta merkist.

Aftaná lokið realskúlaprógv fórt tú til skips í nøkur ár. Síðani á skiparaskúla. Síðani aftur til skips. Tú hevur ført skip og havt tín egna útróðrarbát í fleiri ár. Seinastu árini starvaðist tú hjá Miðvágs Kommunu. Væl lýddur av øllum. Hevði seyð og gæs í fleiri ár . Tær dámdi so væl at fáast við kríatúr og at koma norður á trøðna ta tíðina, seyðurin gekk har. Tú gekk eisini á fjall á Heimanhús í nógv ár, mangan vakran og eisini baldrutan túr hevur tú havt har norðuri. Visti millum annað væl skil á fugli, hvar hann átti o.a. góðir túrar saman við tær á Fjallavatni, seinast á sumri 2007. Tú hevði tína dagligu gongd í heiminum hjá Bergittu og Georg og høvdu tit nógvar góðar løtur saman.


Tú hevði umsorgan fyri tínum næstu heilt til tað seinasta. Góði Súni, nú er ongin at ringja til at spyrja um floglíkindi o.a..Var ein í iva um slíkt var bara at ringja til tín. Vaksin upp úti á bygd og búleikast har alt lívið og verið við í øllum arbeiði, ið har var og sum sjómaður, hevði tú gott skil á øllum, sum fyrifórst í náttúruni. Góði Súni. Tú vart ikki ein maður, ið kravdi so nógv av lívinum hvat tí matriella víðvíkti, tú sást onnur virðir, men altíð væl nøgdur og gleddist um lívið og tá tað gekst tínum næstu og kenningum væl. Ein góð gáva at eiga. Tú hevur víst okkum, ið eftir sita, eitt gott dømi um hvussu lívið kann livast í nøgdsemi og tøkk til tann ið øllum ræður.


Góði Súni, vit sakna teg. Hvíl í friði. 


Marita 



Góði Albert


Góðan mánað aftaná at Súni andaðist vóru eisini boð eftir tær. Ja, orðini: Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir kunnu av sonnum sigast um teg hendan leygardagin 4. apíl í fjør, tá tú komst aftur í Vágoynna aftaná at hava vitjað systirdóttir tína við húski í Kollafirði. Norðast í bygdini komin til Sandavágs vart tú úti fyri ferðsluvanlukku. Bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið, men andaðist tímar seinni, 5. apríl.

Kom at kenna teg í 1973. Stillførur, gjørdi onki hovasták burtur úr sær sjálvum.Gleddist tá tað gekst tínum næstu og kenningum væl.


Albert var heimamaður. Arbeiddi saman við faðir sínum, tí kenda bátasmiðinum Hans Kristoffuri Hansen, við at smíða bátar. Har kom nógv fólk á gátt í bátasmiðjuni. Helst hevur mong støða um samfelagsviðurskifti úti og heima verið havd á lofti har. Eisini komu nógv fólk í heimið hjá tykkum, har Lina , móðir Albert tók væl ímóti. Sera hugnaligt at koma á gátt hjá tykkum.


Í 1975 doyði Johan, yngri bróður Albert av vanlukku, bert 30 ára gamal og hevur hetta verið ein dyggur smeitur fyri foreldrini og systkin. Tú komst nógv í heimið hjá Marionnu og Erlingi, og hevur tað verið hugaligt, tá ein annars er einsamallur í húsi.

Albert fekst eisini við at hava seyð inntil fyri nøkrum árum síðani. Kom onkuntíð á gátt í heimi okkara og kunnu vit bara bera tær alt tað besta . Góða Mary og tit uppi hjá Jyttu. Saknurin er størstur hjá tykkum, men ein er, ið leiðir fram á veg.


Hvíl í friði, góði Albert.


Marita