Tað er sera tungt fyri aðru ferð at
skriva minningarorð um eina systur.
Ikki tvey ár aftaná Synnøvu fór tú nú mín
kæra systir Maud.
Eisini tú Maud doyði so brádliga.
Vit vistu, tú var sjúk, men vónaðu at tú
fór ar fáa ta hjálp, sum var neyðug fyri
at tú kundi fáa tað gott. Tú hevði sjálv
so gott mót og var sera tolin.
Hóast tað vóru 8 ár ímillum okkum,
vóru vit ógvuliga góðar systrar og
søgdu hvørju aðrari alt.
Tað er so einsligt nú, tit báðar eru farnar.
Eg hugsi nógv um tykkum, mammu og babba,
sum hava mist tvær døtur so ungar.
Góða Maud, takk fyri alt tú var fyri okkum.
Hvíl í friði
Joan