Minningarorð um Valdemar Dalsgaard

30. desember doyði Valdemar Dalsgaard á ríkissjúkrahúsinum eftir hjartaskurðviðgerð. Hann var føddur í Hoyvík í 1929 og var 75 ár, nú hann fór.

Tað tynnist av álvara í liðinum av hoyvíkingum, sum minnast tíðina, áðrenn tær miklu broytingarnar komu, sum gjørdu, at Hoyvík frá at vera ein tann minsta bygdin í Føroyum er vorðin ein tann størsta. Valdemar var ein av hesum fáu, og hann var ein góður eygleiðari til alt tað, sum var farið fram.

Tann fyrsta stóra broytingin í Hoyvík var í 1908, tá bróstsjúkrahúsið læt upp, og fyrsti føroyski koyrivegur um kommunumark var gjørdur millum Hoyvík og Havnina. Men tann næsta broytingin var í 1920, tá landbúnaðarroyndarstøðin kom.

Í meir enn hundrað ár høvdu tveir garðar verið í Hoyvík. Á øðrum var ein kongsleiglendingur. Hin garðurin var lagdur av til fútan, ið hevði hann sum frynsugóða. Fútin hevði uppsitarar, men treytirnar vóru so harðar, at teir ikki lótu sær lynda at vera meir enn nøkur fá ár. Tá so kom upp á tal at gera ein fyrimyndargarð fyri føroyskar búnaðarmenn varð hildið, at hetta var hóskandi høvi hjá tí almenna at sleppa sær burtur úr hesi skipan, og m.a. tí varð royndarstøðin løgd í Hoyvík. Fyrsti fyristøðumaðurin var ein dani, men hann fekk væl lærdar og dugnaligar føroyingar afturat sær, og ein av hesum var búfrøðingurin Jóannes Dalsgaard, ið sostatt kom til Hoyvíkar sum ein serfrøðingur.

Sum navnið sigur frá, var hann av tí vælkendu ættini av Dalsgarði í Skálavík. Pápi hansara var keypmaður á Mølini, og tiltikin eru systkini sum mentafólk, og hevði Jóannes fingið nógv við heimanífrá, eins og Hákunarbók hansara ber vitni um.

Í Hoyvík kom hann upp í alt tað fjølbroytta vísindaliga og praktiska arbeiði, sum fór fram á royndarstøðni. Nógv úr Hoyvík og av Hvítanesi arbeiddu har. Jóannes gjørdist hoyvíkingur, giftist og bygdi sær hús við Gamla veg á trøð síni í Hoydølum.

Valdemar var elstur av børnunum. Mamma hansara, Elsa, var dóttir tjóðskald okkara Símun av Skarði, annar av teimum, sum settu tann føroyska háskúlan á stovn.

Valdemar var ein gávuríkur drongur, og tann, sum hevur verið so heppin at hoyra sendingarnar hjá Marionnu Debes Dahl um heimsbardagarnar, hevur hoyrt Valdemar greiða so livandi frá, tá ið kríggið kom til Hoyvíkar og hvussu tað ávirkaði lívið hjá børnunum har.

Valdemar kom at ganga í skúla hjá tí megnar lærarinnuni Sannu Olsen av Malarenda í Nólsoy. Ikki var skúlagongdin nógv, tí tað var bert annan hvønn dag skúli var í Hoyvík. Hinar dagarnar var Sanna uppi á Hvítanesi, men nógv lærdi Valdemar hjá henni, og ikki minst lærdi hon børnini sera væl føroyskt.

Væl lá fyri hjá Valdemari í so máta, og gjørdist málið hansara virkisøki. Eftir at hava fingið studentsprógv fór hann á lærda háskúlan í Keypmannahavn at lesa norrøna málfrøði, einum lesnaði, sum hann fekk nógv burturúr. Hetta var tíverri eitt av teimum fakum, har frálæran var sera illa skipað á universitetinum, og flestu lesandi fingu, eins og Valdemar, einki beinleiðis prógv fyri alt tað, tey høvdu lært. Fyri at liva noyddist Valdemar at fáa sær nakað at takast við. Tað, hann fór undir, var ikki hissini arbeiði, men gjørdist hann rættlesari á Berlingske Tidende. Har stríddist hann við at leggja dønum lag á at skriva teirra egna móðurmál. Samstundis fekk hann tó tíð til at taka prógv í russiskum. Tá var eftirspurningur eftir lærarum í hesum faki í Føroyum, og kom hann tí heim.

Hann og Bozena, sum er kekkisk, fingu fýra døtur. Tey hava sæð til at børnini hava lært bæði móðurmálini til lítar.

Sjálvur havi eg altíð vitað um Valdemar, men samstarv okkara tók seg veruliga upp tá ið eg fór at geva bøkur út. Eg visti, at Valdemar var gløggur rættlesari, og heitti tí á hann um at lesa handritini. Flestu av hesum hevur Axel Tórgarð skrivað, og hann er sum kunnugt ein av okkara fresmtu orðmeistarum. Hann hevur havt so góðar royndir av Valdemari, at tá hann fekk deyðsboðini, hevði hann fyri munni, at hetta andlát var eitt hart slag fyri føroyskt mál.

At Valdemar var ein brandur at síggja um eitt orð var rætt stavað, var ein sjálvsagdur lutur. Tekstir, sum aðrir gløggir rættlesarar høvdu verið ígjøgnum, fekk hann altíð til eina eyka gjøgnumgongd, og tað var undrunarvert, sum hann kundi síggja av slíkum, sum eingin annar hevði gáað um.

Men tað, sum hann var ein veruligur meistari í, var at fara inn í tekstin og síggja, hvat ið høvundurin hevði havt í hyggju at skriva, og gera vart við, um onkur lítil broyting kundi fáa hugsan hansara enn greiðari fram. So setti hann fram uppskot til umhugsunar, og helt høvundurin ikki, at nakað broytingaruppskot var nóg gott, so var tað í fínasta lagi.

Umframt at lesa rættlestur av bókunum hjá mær og Axeli var hann uppií at gera orðabøkurnar, sum Stiðin hevur givið út, bæði ta ensku og ta donsku. Hetta arbeiði dámdi honum avbera væl, og helt hann tað vera sera gagnligt fyri menningina av tí føroyska málinum.

Ein serlig frøi fyri hann var tað samstarv, hann fekk við Marionnu Clausen um útgávu av føroyskum løgum, fyrst av løgunum hjá Regini Dahl, sum hann kendi so væl frá Keypmannahavn, og síðani av kvæðaløgunum, ið vóru ein týdningarmikil partur av hansara mentanarførningi. Hann las rættlestur av øllum føroyska tekstinum í hesi stóru bók. Har er eitt heildaryvirlit yvir øll tey niðurløg, ið hava verið kvøðin á gólvi. Einki slíkt yvirlit hevur verið gjørt fyrr, og hevði hann sera stóran áhuga fyri tí og skrivaði eina forvitnisliga grein í bókini um hesi fjølbroyttu niðurløg. Hann gleddi seg almikið til framhaldið av hesum arbeiði: tey andaligu vísuløgini - fyri ikki um at tala skjaldrini, sum hann sjálvur hevði fingist nógv við.

Hóast árini vóru vorðin so nógv, var arbeiðsorka hansara einki minkað. Hann las rættlestur av teimum báðum bindunum av Ringanna harra, ið komin eru, og Talvsøga eftir Stefan Zweig, sum Axel eisini týddi, var síðsta verk, sum hann hevði hond í.

Tað var tíverri alt ov lítið, ið Valdemar sjálvur skrivaði og fekk út undir egnum navni. Hann var ov lítillátin til tess. Men vert er at nevna, at hann saman við André Niclasen stendur sum týðari av einum klassikara. Talan er um kommunisktiska manifestið. Verður henda týðing samanborin við upprunatekstin, sum Marx og Engels skrivaðu á týskum í 1848, sæst skilliga, at talan er um eitt samvitskufult arbeiði, har nógv hugtøk, ið verða nýtt í søguskriving, fyrstu ferð koma fyri á føroyskum.

Umframt at vera góður til tað skrivliga kundi Valdemar, so friðarligur hann enn tóktist, vera ein rættur íspegil. Henda síðan av lyndi hansara kom t.d. fram í teimum mongu skemtitekningunum, sum hann gjørdi sær til dagdvølju. Nakrar av hesum eru tíbetur almennakunngjørdar, hóast hann, smæin sum hann var, ikki helt hetta vera vert at gera hóvasták burtur úr.

Øll tey, ið eru góð við føroyska málið, hava mist nógv við Valdemari. Hetta er tó fyri einki at rokna samanborið við tann miss sum Bozenu og døtrunum hevur verið fyri. Okkara samkensla er við teimum, og skal eg við hesum fátæku orðum lýsa frið yvir minnið um Valdemar.

Zakarias Wang