Eg minnist væl, tá ið eg møtti verfaðir mínum fyrstu ferð. Tað var á føðingardegi mínum 24. mars 2004. Hann ynskti mær tillukku við einum stórum smíli, spurdi hvat eg fekst við og segði mær, at hann fekst við bókhald, hevði bát og dámdi væl at fara út í fjørðin við hvørt. Hann var altíð so glaður og góður við meg, manglaði eg nakað ella hevði brúk fyri hjálp, var hann altíð fúsur at hjálpa.
Stutt eftir hetta fekk hann eina heilabløðing, sum broytti lív hansara, men var altíð fúsur at hjálpa, sjálvt um hann ikki orkaði so væl eftir heilabløðingina.
15. apríl bleiv Atli abbi fyrstu ferð. Hann var so glaður og stoltur av at vera abbi, fór ofta at keypa mjólk og greyt til hana. Hann spurdi altíð um hon manglaði nakað, so skuldi Hey abbi nokk keypa til lítli Astu.
Hálvt ár eftir at Asta var fødd, spurdi hann meg um eg hevði hug at læra at føra bókhald. Eg hevði onga útbúgving, so eg helt tað vera eitt gott hugskot. Hann lærdi meg eina tíð, men eg mátti gevast, tá ið eg skuldi aftur til arbeiðis í Runavík.
Sum tíðin leið, sá eg, at tú bleiv veikari og veikari, var eisini klænkaður nógv, men tað kom mær ikki til hugs, at tú fór at doyggja, tú sum altíð var so raskur.
Tá ið Asta fylti tvey ár, fekk eg eitt sms frá Hey-abba, har stóð: Hey Asta, abbi ynskir tær hjartaliga tillukku á føðingardegnum. Vónandi fær tú ein góðan dag. Heilsan og nógvar mussar frá ”Hey abba”. Og eg skrivaði aftur: Takk fyri abbi. So fekk eg annað sms`ið, har stóð: Hey Asta. Tað var onki at takka fyri. Abbi er so glaður, komin heim úr kirkju og hevði frætt frá tær. Hav tað gott, Jesus pápi verið hjá tær og manglar tú nakað, so skal mamma sms-a tað til abba. Heilsa øllum frá fastir, Vaks og Hey-abba. Hasi sms-ini havi eg enn á fartelefonini.
Av ymsum orsøkum hildu vit ikki Astusa føðingardag, tann dagin hon fylti. Men Hey-abbi segði, at føðingardag mátti Asta hava, og at vit kundi koma til Havnar at halda føðingardag og at abbi skuldi baka kaku við tveimum ljósum á, og so var.
Tveir dagar eftir, at vit vóru í Havn og hildu føðingardag hjá hey abba, fóru vit aftur til Leirvíkar. Tað var seinasta ferð eg sá Atla. Eg minnist tað, sum tað var í gjár. Vit øll stóðu á trappuni uttanfyri. Eg klemmaði Atla, og takkaði honum fyri at hann bjóðaði okkum at halda føðingardag fyri Astu heima í Havn, og fyri køkuna hann bakaði. Tað var onki at takka fyri segði hann, og vit síggjast skjótt aftur, tá skal abbi bakað eina køku aftur við einum drekkamunni.
1. mai vóru vit boðin í føðingardag hjá lítla Eyðun kl. 15 og vit gjørdu okkum klár at fara. Eg var við barn og var ikki so væl fyri, avgjørdi tí ikki at fara við Henrik og Astu í føðingardag, og fór at leggja meg. Tveir tímar seinni ringdi telefonin. Eg orkaði ikki at reisa meg, so tað ringdi út. Løtu seinni kom sms og tað bleiv við at sms`a, so reisti eg meg og sá, at Hendrik skrivaði, at eg haldi at babba er deyður. Eg kvakk við. Hvat er tað tú skrivar, hugsaði eg. Kanska er hetta onkur sum skrivar skeivt.
Eg ringdi til Henrik. Eg hoyrdi so ikka hvat hann segði, tí hann græt so illa. So hoyrdi eg hann segði, at babba er deyður, og eg veit ikki hvat eg skal gera....
So byrjaði eg eisini at gráta og spurdi hvat var hent. Henrik segði, at babba fór inn á wc og kom ikki aftur, og hann sá ikki lítlu Astu, áðrenn hann fór, og nú er hann deyður.
Eg komi til Havnar, sigi eg við Hendrik, legði hornið á og rann inn á wc og spýði, og hugsaði við mær sjálvum, at tað kundi ikki passa. Atli kann ikki bara doyggja soleiðis. Beiggi mín Bruno koyrdi meg til Havnar. Eg var ikki før fyri at koyra sjálv.
Tá ið vit komu heim til Astu, tordi eg ikki at fara inn, tí eg var so kløkk og bangin. Komin, inn, kom Asta vermóðir og klemmaði meg og segði, at hann var so góður við teg ímeðan vit báðar grótu. Hann var so góður við teg og vildi altíð hjálpa. Eg veit segði eg, og eg var eisini góð við hann. Tað kennist so tómt, sjálvt um hann vara hevur verið vekk í nakrar tímar.
Tríggjar mánaðir eftir, at tú var farin, Atli, fingu vit eina diddu, og hon er líka fitt og deilig sum Asta. Eg vildi ynskt, at tú sá hvussu fittar tær eru saman. Tað gert tú nokk eisini, sjálvt um tú ikki ert ímillum okkum longur.
Asta er so góð við hana og er stolt og errin av at vera stórasystur og tað veit eg, at tú, abbi, eisini hevði verið, um tú var her.
Hvíl í friði kæri pápi, verfaðir og abbi.
Heilsan Hendrik, Jansy, Asta og Karlina