Góða Maria.
25. august hevði tú verðið 69 ár, hevði tú livað. Men krabbamein, sum kom sníkjandi inn á teg fyri umleið trimum árum síðan, bleiv so ógvusligt hjá tær. Og tú kempaði og gjørdi alt, sum var í tínari makt fyri at verða frísk aftur. Men tíverri, tað eydnaðist ikki.
Tann 8. sept. 2012 læt tú eyguni aftur fyri seinastu ferð.
Vit báðar komu at kennast, tá ið vit í 1970 komu at búgva hurð um hurð á Hvarvinum í Havn. Ein sera góð tíð, vit vóru ungar og raskar. Maður og børn var fremst í huga okkara.
Maria var sjúkrasystir, og eg minnist eg hugsaði, at fittari og mildari kundi ein sjúkrasystir ikki vera. Rætt hevði eg, havi hoyrt at hon var ein sera dugnalig sjúkrasystir. Og lat meg siga tað her beinanvegin, at hon var sera glað fyri sítt arbeiðspláss, tosaði mangan um sínar fittu starvsfelagar.
Hon var sera tolin við øll, ongantíð kann eg minnast Mariu tosa við harðari rødd. Líka mild sum eg havi hoyrt, hon var, tá hon var til arbeiðis, var hon eisini heima við hús, hjá Peturi Arndis og Ragnari. Hon elskaði hesi trý menniskjuni.
Í 1973/1974 fluttu hesar familjurnar báðar fra Hvarvinum. Maria og Petur við báðum børnunum út í nýggju hús teirra á Bíggjarvegi 2, og vit niðan í Svanga.
Nú vit ikki vóru grannar, var gott at hava bindiklubban “MESKAN” (navnið er sett saman av fyrsta stavi í navninum hjá okkum 6 bindiklubbakonunum.) Har hava verið nógvar góðar løtur nú í skjótt 40 ár. Og næstan á hvørjum ári hava vit verið eitt vikuskifti úti á onkrari bygd saman við monnunum, vit eru komin víða, og vit hava eisini verið uttanlands. Minnisríkar løtur og gott at minnast aftur á.
Seinasti túrurin hjá okkum var í juni mánaða í fjør. Minnist vit sótu og tosaðu um, hvar vit skuldu fara í ár, og nær tað skuldi verða, minnist Maria var skjót at svara: “Lat tað bara verða skjótt, ikki bíða ov leingi, lat okkum bara fara nú í juni, einki at bíða við” . Hon visti meira, enn vit hugsaðu ta løtuna, hon visti eisini tá, at hjá henni var einki meira at gera, og sum sjúkrasystir hvønn veg tað bar. Vit høvdu ein so deiligan túr á Oyrarbakka, og Maria hugnaði sær og var væl til passar og glað fyri túrin. Haldi tað var ein av hennara seinastu túrum út um Havnina.
Tríggjar mánaðar aftaná var hon farin.
MESKAN verður ongantið tann sama aftur, nú fyrsta eygað er mist. Saknurin er stórur, og undarligt er ikki at hoyra málið og síggja hennara fitta, blíða snýð. Og ongantíð koma út aftur í bindiklubb hjá Mariu, har sum tað altíð var so deiligt at vera.
Men størstur er saknurin og sorgin hjá tær góði Petur, og hjá Arndis og Ragnari við makum og so ommubørnunum. Eitt kann eg siga tykkum, og tað vita tit eisini, at Maria elskaði sín mann, síni børn, síni svigarbørn og síni ommubørn, og tað var ringt hjá henni at fara frá tykkum. Minnist so væl seinastu ferð eg var og vitjaði hana. Lá í seingini, væl passað av Peturi, men illa sjúk. Tey bæði vóru samd um, at hon skuldi verða heima sum longst. Minnist hon segði: ” Eg eri ikki bangin at doyggja, men hvat hevði eg ikki hugsað mær at sloppið at livað og upplivað míni ommubørn“. Tað vóru tung spor hjá mær at fara frá henni, eg skuldi uttanlands eina tíð. Báðar hugsaðu tað sama - hetta er seinastu ferð vit síggjast . Tað vóru nógv tár sum runnu ta løtuna,
So vit bæði maðurin og eg vóru ikki í Vesturkirkjuni, tá ið Maria varð borin út. Tað vóru vit sera hørm um.
Góðu tit øll, goymið minnini um hana í hjørtum tykkara, einki annað kunnu tit gera, tit gjørdu alt sum tit kundu gera fyri hana, tá ið hon hevði brúk fyri tykkum. Og hon var so sera takksom fyri tað.
Hugsi eisini um systkini hjá Mariu og Peturi við familjum, ringt at missa eina so fitta systur og svigerindu.
Jesus pápi veri hjá tykkum, og okkum øllum.
Hvíl í friði góða fitta Maria.
-----
Bindiklubburin Meskan / Nicolina