Minningarorð um vinmannin Eirik V. Reynheim

Eirikur var føddur 24. august í 1962 og var sonur Annu Katrinu og Kára Reynheim. Tað fyrsta eg minnist til Eirik, var at hann var HB'ari um ein háls og plagdi at vera í Gundadali og hyggja, tá HB spældi, Eirik, Jákup og Atli vóru vinmenn og fylgdist næst­an altíð, í hvussu so er til fót­bólts­dyst.
Í 1981 rann saman í millum Leilu og Eirik, tá komu vit at kennast rættuliga væl og gjørdist vinmenn. Eirik­ur var í maskinlæru hjá P/F Wenzel Petersen og høvdu teir rørarbeiðið á Hotel Før­oyum, tá tað bleiv bygt. Eg var eisini í læru og ar­beiddi sum timburmaður á uotell­in­um. Á hotellinum sóust vit dagliga og minnist eg, at tosa varð nógv um fittligar gentur og ómissandi kærleika. Eirik­ur var ikki tann, ið trokaði seg framat og førdi orðið, men tá ið hann segði nakað um for­elskilsi var einki at ivast í hvat hann meinti við, hann hevði fingið sína Lailu og eingin var so heppin sum hann. Eirikur og Leila blivu gift í mai 1985 og stórt brúdleyp hildið í Havnar Klubba. 30 okt. 85 kom fyrsta barnið, ein vælskapt genta og eg minnist sera væl tann dagin. Eirik, Oskar og eg smíð­aðu saman tá og vóru vit bodnir út til svigarforeldrini hjá Eiriki til morgunkaffi. Tað var ein glaður og stoltur pápi.
Eirikur nevndi onkuntíð, hvussu heppin hann var at hava so góð svigarforeldur. Eg veit eisini, at Astrid og Hjart­var vóru ógvuliga glað fyri at fáa Eirik sum svigar­son. Heimið hjá Hjartvar og Astrid var eitt samlingstað, altíð opið og øll gingið inn á gólvið. Vit dámdu so væl sangin, har bleiv altíð sungið. Hjartvar plagdi at siga við okkum, um vit ikki dugdi at syngja, so kundi vit floyta. Tey dugdu næstan øll Føroya fólks uttan­at. Serliga sungu Hjartvar og Leila sera væl. Har vóru nógvar ógloymandi løtur. Unga familjan var nú farin at hugsa um at fáa sítt egna familjuheim. Eg haldi at tað var Leila, ið hevði verið so umhugsin, saman við sín­um foreldrum, at søkt um grund­stykki, og fingu tey stykki Úti á Fløtum sum tað æt. Har úti fóru tey bæði undir at byggja teirra egna heim, og væl gekst, stór og vælgjørd hús og familjan bæði treivst og nørdist. Eirikur reypaði einaferð í veitslulag, at hann skuldi hava 10 børn, og flenti so hjartaliga. Hjartvar plagdi at arga hann við at hann var í familju við 'Hønuna' so hann fekk ikki børn, men ungar. Eirikur kom í rossa­verð­ina beinavegin hann hevði møtt Leilu, har treivst hann væl. Hann reið eisini kapp, í skeið við Perlu og vann hann fleiri heiðurs­merk­­ir. Honum dámdi væl at vera saman við svágrinum, Bød­­var, Brestur, Beinir og svigar­innuni Eddu. Tey vóru meiri enn bara svágrar, sam­­anhaldið í familjuni hjá Hjart­var og Astrid hevur altíð verið avbera gott, børn og svigar­­børn altíð saman, sjálvdan í eindrátti. Á rossa­baki høvdu Eirik og eg nógv­ar góðar túrar. Eisini riðu vit kapp ímòti hvørjum øðrum, tað var í Old Boys.
Tá vit fluttu til Syðradals, var Eirikur ein góður stuð­ul, altíð klárur við eini hjálp­andi hond, hann dugdi eisini alt, sveisa, skrúva, smíða ella at fletta. Løt­urnar aftaná heyst­fjøllini og aftaná slaktið, har vit sótu og skemt­aðu og prik­aðu eru ógloymandi. Eirik, tú dugdi so ómeta­l­iga væl at siga frá, skemting­ar­­samur og fittur. Hesin sjar­­merandi láturin, hetta fitta flennið. Eg hoyri teg fyri mær, tá tú fortelur um tá tit sviðu seyðarhøvd, og fingu sveisieygu av ljósrørinum.
Eirikur og Leila fingu fýra børn saman, Barbaru, Herd­is, Astrid og Ronju, eisini tóku tey Fíu til sín, eftir at hon hevði mist mammu sína, og tvær abba- og ommudøtur, lítlu Leila og Erika. Tú dugdi væl at hugna tær sam­an við døtrunum. Tú for­taldi, tú hevði verið í ríði­­høll­ini við døtrinum og hevði pakk­að saðil­taskuna. Í meðan gent­urnar riðu, passaði tú uppá saðil­taskuna. Sera hugnaligt, bæði fyri genturnar og teg sjálvan.
Tá Lútzens syskinabørnini skuldi hava okkurt gjørt og samlaðu hjálparfólk, vart tú Eirikur altíð til dystin fúsur. Eitt nú tá snikkaraverkstaðið hjá Bødvar bleiv gjørt í Dali, ella eini hús hjá onkrum syskinabarnið skuldi reisast, ella flagtekja leggjast á, hjá Føroya Ríðingarfelag, tá felagshúsi og ríðihøllin bleiv bygt. Tú vart altíð við.
Eirikur lærdi hjá P/F Wen­zel Petersen, eisini var hann eitt skifti úti á Bacalao og arbeiddi sum maskinmaður. Honum dámdi betur at fáast við timbri, heldur enn jarni. Eg og Oskar arbeiddu saman. Eirikur kom so eisini í toymið hjá okkum. Eitt arbeiði, vit gjørdu, var venj­ingar­mið­støð­­in Nauti­lus. Haldi at tað var fyrsta venjingarmiðstøð í Føroyum. Hetta arbeiðið gjørdu vit saman við systk­ina­barni Eiriks, Frank Dam yngra. Tá hølini vóru liðug og venjingartóluni upp­sett, skuldi vøddarnir royn­ast. Eg minnist, hvussu drúgv­ur Eirikur var, og hvussu stutt­ligt vit høvdu tað.
Í 1986 byrjaði Eirik sum feriu­av­loysari hjá portørinum á Landsjúkrahúsinum. Tað gekk ikki lang tíð, so fekk hann boðið fast starv og var hann portørur í eini 16 ár. Aftaná tað fór hann aftur at smíða.
Eirikur fylgdi eisini væl við útróður og fiskiskapi ann­­­­­ars, plagdi at spyrja hvussu gekst hjá Birgiri bróð­­­­ur. Eirik­ur var góður við síni for­eldur og beiggja sín Kára. Hann fylgdi væl við Kára og helt altíð við honum, óan­­sæð hvørjum felagi hann spældi fyri. Hann var stoltur av døtru­num og glaður fyri svigar­synirnar og báðar abbadøturnar, hann elskaði tykk­um.
Eirik bleiv sjúkur í 2010 og skurðviðgjørdur í Danmark og tað mundi gingið galið. Hann kom fyri seg aftur og kom heim við sama flúgv­ara sum Sigtór, Bergur og Ólavur. Teir høvdu verið á Land­brúks­­messu. Teir søgdu fyri mær, hvussu glaður hann var, nú var hann frískur! Eg haldi tað var í november 2010. Vit gleddust øll um tey góðu boð tú hevði fingið, hetta skuldi nokk fara at laga seg. Tú arbeiddi sum vanligt, tú sá frískur og raskur út. Ì februar 2012 fekst tú tey ringu boð at sjúkan var farin víðari og útlitini vóru vánalig. Sjálvt um tú visti hvønn veg tað gekk, var tú tann sami fitti og positivi Eirik. Tú var glaður fyri at hava Leilu hjá tær og segði eisini at tað var gott at tað ikki var øvugt. Eirik, at tú vart likamliga sterkur vistu vit øll, men at tú hevði eina sovorðna sálarliga styrki má eg beundrð. Eirikur, tú vart eitt gott menniskja, arbeiðs­felagi og vinur, tú vart væl­lýddur og kendi nógv fólk, tað sást á tí stóra skara, ið fylgdi tær til gravar. Ein stúgv­­­­andi full Vesturkirkja, helst yvir tús­und fólk, ið søgdu tær far­væl.
Eg segði tær farvæl mána­kvøldið, tú vart troyttur. Eg segði góða nátt og áðrenn eg var liðugur við setningin svarar tú 'Jesus fylgir tær og styrki teg í trúnni.' 'Somu­leiðis vinurin.' svaraði eg.
Góða Leila, tú hevur verið Eiriki ein góð kona, ikki minst hetta síðsta árið. Eg tos­aði við teg, og tú segði mær at tú ímyndaði tær eitt skip, ið tú veittraði farvæl og skipið hvørvur so spakuligani í havs­brúnni, samstundis ímyndar tú tær at Harrin tekur ímóti hinumegin. Ein sera vøkur mynd, sum sigur alt og haldi eg at soleiðis er tað. Sorgin er stór hjá øllum, men serliga hjá tykkum. Leila, Barbara, Wen­zel, lítla Leila, Herdis, Dion, lítla Erika, Astrid, Ronja, og Fíu. Pápanum Kára og beiggjanum Kára við familju. Eisini vermóðurini Astrid. Má Harrin styrka tykk­­­um í sorgini.
Hvíl í friðið góði vinurin Eirikur.

-----
Vinur tín Thorvald