Minningarorð um Zacharias Olsen

Við Sakarisi er ein bygdarmynd í Fuglafirði farin. Sakaris hevði fragd í at vera ógvusligur í orði og talu, og tað ganga nógvar skemtisøgur millum fuglfirðingar um hetta; men aftan fyri hesa útsíðuna búði eitt heitt og arligt hjarta.

Hann var bráður av lyndi, og var okkurt, so segði hann sína meining bart út uttan at taka dagar ímillum høgan og lágan og uttan at taka hædd fyri, um tað fór at koma honum sjálvum aftur um brekku .
Sakaris var ein tann fyrsti, sum talaði ímóti ampunum frá Havsbrún. Hann var næsti granni hjá virkinum, og tí millum teirra, sum mistu mest bæði í peningaligum virði og í lívskvaliteti av dálkingini frá sínum størsta granna.
Men fyri fuglfirðingar flestar stóð Havsbrún sum ímyndin av vælferð, og amparnir av virkinum vóru prísurin, tú mátti gjalda, fyri vælferðina. Tá íð avbygdafólk gramdu seg um ringa roykin í bygdini, svaraðu fuglfirðingar, at tað luktaði av pengum.
Flestu kommunustýrini, íð hava sitið í bygdini, hava eisini havt tað fatan, at trivnaðurin í bygdini er tengdur at, at nóg mikið av arbeiði er at fáa, og tey hava tí lívgað um virkini í bygdini og givið teimum nærum fríar teymar.
Í hesi støðuni hevur tað verið møtumikið at taka amparnar av Havsbrún upp til viðgerar og at mótmæla teimum, tí tá gekst tú ímóti rákinum, og vanligu hugsanini í bygdini, og Sakaris var tí ofta illa sæddur fyri sína atfinningarsomu støðu mótvegis Havsbrún, eisini millum vanliga fuglfirðingin.
Um tað er treiskni og áhaldni hjá Sakarisi, og teimum, sum so við og við løgdust afturat, sum hevur gjørt munin, ella tað eru krøv uttanífrá, er ilt at siga, men nú er eftirlitið við Havsbrún vorðið meira skipað. Tó hugsi eg ikki, at hetta fer at muna, uttan so at vit hava vakið fólk úr bygdini afturat; og tí verður arvurin eftir Sakaris og hansara stríð fyri betri umhvørvi í bygdini, ein tann tyngsta byrðan at lyfta eftir hann.
Ein góður vinur og granni er farin. Harrin styrkið tykkum, sum eftir sita, og uggið tykkum í sorgini.

Niels