Minningarorð ommu og abba til Mariu 10.06.2022

Maria Dahl Mathiesen, 10.06.00 – 06.06.21

 

 

Nú sumrar og grør, og skjótt stendur alt í fullum blóma. Vøkstur, djór, menniskju, alt lívgast. Pisur klekjast í hesum døgum – eisini systir tín Freya. Hon gleðir seg at verða liðug og hátíðarhalda tað saman við vinum og floksfelagum. Men uttan teg.

 

Í dag 10. juni, fyri einum ári síðani, sótu vit øll í Sjelle kirke á tínum 21 ára føðingardegi. Jarðarferð. Støðan kundi ikki hava størri mótsetning og vera meira døpur: at vera til tína jarðarferð í staðin fyri at gleðast um lívið og tín føðingardag saman við tær.

 

Thomas prestur talaði um teg og segði, at sjálvt um vit øll vóru skelkað og øll høvdu pínu í hjartanum, so skuldu vit ikki lata myrkrið og dapurleikan fáa valdið á okkum. Vit skuldu stríðast ímóti, so gott vit kundu, og í staðin fyri at banna myrkrinum, skuldu vit tendra ljós fyri hvørjum øðrum.

 

Thomas prestur helt fram og segði frá, at vit fyri sjey árum síðani eisini sótu her í Sjelle kirke, tá tú vart konfirmerað. Tá gav hann tær hesi konfirmantorðini: Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið - nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum.Og um nakar, so hevur tú latið títt ljós lýsa fyri menniskjum – frá at tú bar títt lítla konfirmantljós framman fyri tær og setti tað á gólvið í miðgongini í kirkjuni – sum eina ímynd fyri tí ljósa vegi, sum lá tær fyri framman. Lívsvegur tín bleyv ikki langur – men hann var ljósur, segði prestur.

 

Elskaða Maria! Omma og abbi sakna teg og títt ljósa lyndi hvønn dag. Vit minnast fyrstu ferð, tú komst til Føroya; mamma tín kom niðan við Garð í Fuglafirði so stolt at vísa okkum teg. Á teimum næstu ferðunum til Føroya var Freya við. Tykkum dámdu so væl at vera í Føroyum – suður til Suðuroyar at vitja langommu og langabba, ferðast runt í Føroyum. Sita á baksetrinum og syngja so nógvar sangir, sum mamma tykkara hevði lært tykkum. Omma hevði teg við í skúla – og tú vart eisini við, tá allar genturnar høvdu pyjamasparty heima hjá ommu. Tú fekst vinkonur her fyri lívið.

 

Fara út við Norðbúgvanum við abba. Hjálpa abba í fletting. Grindadráp í Sandagerði – og sama dag niðan á Slættaratind – og síðani at skera upp saman við abba. Tú segði fleiri ferðir: “Abbi, du er en rigtig færing!” Inn í Havnardal at finna góðar steinar til eina lítla gøtu í garðinum hjá ommu og abba. Tú og Freya sótu og sungu á áarbakkanum saman við ommu, meðan abbi bar steinar. At spæla klaver fyri langabba – og samanspæl á klaver og kornett saman við abba. Tú bað abba læra teg at spæla ‘Gakk tú tryggur’ – tað var bara ein løta, so spældi tú hann...... Alt so ljósar løtur – í gleði og kærleika.

 

Allar ferðirnar, vit hava verið hjá tykkum í Mundelstrup. Síggja teg saman við tínum systkjum. Hvussu væl tú dugdi at vera stórasystir fyri Tóka og Jákupi. Síggja teg saman við tínum foreldrum, tínum vinum. Tínum farmor og farfar – og fastur Line. Hvussu væl tú dugdi við øllum djórunum. Síggja teg á hestbaki. Síggja teg og títt ljósa sinn. Vera saman við tær og Freyu á Gran Canaria – bara vit fýra. Njóta sól, summar, náttúru og samveru hvør við annan.

 

Tá tú eftir lokna miðnámsútbúgving valdi at flyta til Føroya at læra meira um títt móðurland, familju, mál og mentan – tá vóru omma og abbi eyka stolt og glað. Vit tóku ímóti tær vesturi í Vágunum, har øll gingu við masku – men tíni eygu lýstu og smíltust oman fyri maskuna. Tú búði hjá okkum fyrst, til tú fekst eina so góða íbúð úti á Argjum hjá Mallu og Jan. Har hevði tú tað gott og tey vóru so góð við teg. Men øll fólk vóru góð við teg – tað slapst ikki undan, so sum tú vart. Tú lat títt ljós lýsa menniskjum.

 

Tín máti at møta fólki var framúrskarandi. Tú tosaði við øll – og fólk upplivdu tað soleiðis, at tey høvdu kent teg leingi, eftir at tey høvdu tosað við teg eina løtu. Tín nærvera var so týðilig – og tín áhugi fyri teimum, tú vart saman við, var so hjartaligur og jaligur. Títt ljós lætst tú skína. Tá tú av og á fór niður til Hera langabba at hoyra hann siga frá gomlum døgum í Havn, tá kendi hann seg virðismettan og vælsignaðan av tínum áhuga og góðu, viðkomandi spurningum.

 

Tú arbeiddi á Paname, og har kom veruliga títt blíða og ljósa lyndi til sjóndar – og viðskiftafólkunum til góðar. Somuleiðis uppi á Flat, har tú vart so góð við øll børnini  – og tey við teg. Nú stendur Mariubonkur har við navnaplátu og nýplantaðum vøkstri við síðuna av – til minnis og æru um teg, elskaða Maria.

 

Vinfólkini vórðu fleiri og fleiri í tali – tú treivst so væl og hevði so nógvar ætlanir. Tað størsta og allarbesta, sum hendi fyri teg var, tá tú fanst tín stóra kærleika. Tá hevði tú ikki brúk fyri íbúð á Argjum, tí tá vóru Heri og tú altíð saman. Tú vart skjótt ein partur av familjuni hjá Hera, og øll elskaðu teg. Tú lat títt ljós lýsa øllum.

 

Tú og Heri høvdu tykkara ætlanir og dreymar. Tykkum báðum dámdu so væl at vera úti í náttúruni, og tú vart so vítt møguligt við til allar dystirnar hjá Hera. Hann spældi best, tá hann visti, tú stóð á síðulinjuni.

 

Tú tosaði ofta við ommu og abba um tínar ætlanir – nær tú skuldi fara heim til Mundelstrup at vitja, hvat tú skuldi fara at gera komandi ár. Tú legði til rættis viðv. bústaði á ólavsøku fyri Freyu og vinfólkum úr Danmark. Tú gjørdi alt klárt til tjóðarhátíðina – og tann bústaðin brúktu tey eisini og kundu halda ólavsøku, Freya, Malthe, Laura, Svend og Peter. Men uttan teg.

 

Tá tú endiliga gjørdi av at fara niður, vildi tú geva tínum kæru har heima í Mundelstrup eina óvæntaða gleði við at koma fimm dagar áðrenn, tey høvdu væntað teg. Tað vóru Freya og Line, sum skipaðu fyri tí saman við tær. Tóki og Jákup vóru so spentir, til tú skuldi koma – vísa tær hundin Walter og alt møguligt annað, sum tú ikki hevði upplivað hesar 10 mánaðirnar, tú vart burturi. Jákup vildi vita, um hann var vorðin størri enn tú...... Men tú komst niður tíggju dagar áðrenn ætlað saman við Hera, Gunnari og abba í einum stórum flogfari bara við okkum fýra.......Eitt ljós var við at slókna....

 

Elskaða Maria. Omma og abbi tendra ljós hvørt kvøld við myndina hjá tær í stovuni – tað gevur okkum ein linna í sakninum og sorgini. Vit leingjast so inniliga eftir at hoyra teg koma á vitjan, har tú beinanvegin í hurðini altíð segði – á føroyskum, sum tú lærdi meir og meir: “Hey omma og abbi – hvussu hava tit tað”....?

 

Omma og abbi hugsa hvønn dag um at hava ljósið og kærleikan frá tær við okkum á okkara leið – og bera kærleikan frá tær víðari....

 

Við okkara tankum hjá tykkum, elskaðu Beinta og Chris, Freya, Toke og Jakob – og hjá tær, góði Heri – og øllum tykkara kæru, vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara elskaðu Mariu.