Minningarorð um abba mín, Thomas Juul Askham

F. 9. juli 1944           D. 17. januar 2015

 

Tá eg nú siti og hugsi aftur og minnist míni barnaár og nú hesi síðstu árini eg, sum ungur fekk loyvi at hava abba her, so er tað ein sera aktivur abbi, sum  vísir seg.

Fyrstu fer eg slapp at sita aftanfyri eitt róður á einum bili og stýra bilinum, var tá omma og abbi búðu í Danmark, tá hevði abbi ein Mercedes bil, eg helt tað var  fantastiskt at abbi vildi lova mær tað.

 

Abbi hevði so nógv jørn í eldinum altíð og eg haldi at tað var ein blanding av tí og at eg var so ungur, at vit báðir ikki fingu eitt so tætt samband fyrr enn hesi seinastu árini, men tá fekk eg eitt so tætt samband við abba, sum eg í dag eri sera, sera takksamur fyri.

 

Fótbóltur var ein felagsáhugi hjá okkum báðum og tá vit tosa føroyskan fótbólt, so slitu vit okkara fyrstu fótbóltsgaggur í sama felag, nevniliga HB og abbi plagdi at minna meg og nú eisini Petur, yngra beiggja mín á, at hann bert var 16 ár tá hann fyrstu fer stóð í mál hjá besta liðnum hjá HB og at bæði eg og Petur vóru 17 ár tá vit fingu møguleikan ... tann góðsligi mátin hann segði hettar, elskaðu vit!

Tá tað var enskur fótbóltur vóru vit ikki samdir, hann helt við Liverpool og vit brøðurnir halda við Manchester United, so leingi hann orkaði og kundi, høvdu vit samskifti bæði áðrenn og aftaná at okkara lið spældu ... hann dugdi at arga uppá ein máta, sum ongin annar, við fáum orðum, segði hann tað so beinraki og vit toldu tað bara tá hann segði tað.

Hesar síðstu nógvu mánaðirnar stytti tað abba um manga løtu, at hann kundi fylgja við í fótbólti í sjónvarpinum.

 

Hann fylgdi mær eisini so tætt hvat arbeiði viðvíkti og tá tað var okkurt eg skuldi taka støðu til og kanska skuldi hugsa um áðrenn eg tók avgerð, ja so dámdi honum so væl tá eg fortaldi honum tað og hann fekk loyvi at geva mær ráð.

Hann dugdi so væl at lurta og hann dugdi so væl at seta seg í støðuna, hvat tað so var, so kundi eg søkja mær ráð hjá abba og manga fortróliga samrøðu høvdu vit sjúkralegu hansara.

 

Hann fylgdi eisini væl við í hvussu gekk hjá mær at døma í hondbólti og tá útvarpa varð frá dysti har eg dømdi, ja so legði hann seg eftir, at lurta hvørji skoðsmál vit dómarar fingu.

 

Saknurin er ósigiligur, nú abbi ikki er hjá okkum longur, eg sakni ikki at kunna fara inn antin í Hósvík hjá ommu og abba, á LS ella á Mørkina og sita har og fáa  eitt prát við abba, lætta hjarta fyri honum um eitthvørt ella tá telefonin ringir, at tað ongantíð aftur skal standa, at abbi ringir, tað er so hugtungt at vita.

 

Hóast tómrúmið er so ósigiligt, so er tað eisini gott at vita, at abbi nú er har ongin sjúka er, tí tað var virkuliga tungt at síggja hvussu abbi bara  kundi minni og minni.

 

“Í tí landi ei tár skulu renna, ongin pína og sjúka skal nýva, har ei særandi sorg er at kenna, um eitt bil, ja, so eri eg har.

Ei skal gleðinardagur har halla, ei skal ivin tá tyngja mítt sinni, aldri meira vit snáva og falla, um eitt bil, ja, so eri eg har.!

 

Ærað verið minnið um abba mín Thomas Juul Askham.

 

Abba sonur tín,


Thomas Juul