Minningarorð um Dánjal Jákup Bærentsen 19.11.1960 - 27.9.2012

Hóast tað nú eru meira enn tvey ár síðan góði vinur okkara, Dánjal Jákup Bærentsen (Dalli) andaðist, kennist tað framvegis alt ov tíðliga at skriva minningarorð um hann. Hann andaðist bert 51 ára gamal á einum røktarheimi í Danmark eftir eitt langt og virðiligt stríð við Parkinsonsjúkuna. Okkara tankar leita aftur til tey árini, okkum untist at kenna hann, og til tey nærmastu, ið hava mist so nógv. Árini gjørdust alt ov fá og tey síðstu árini strævin, men eftir standa minnini um ein mann, sum var ein lýsandi fyrimynd, hvussu ein kann liva hóast stóran mótburð í lívinum.

Dalli var ættaður úr Havn og eldri sonur Zacharias og Gunnvør Bærentsen. Hann vaks upp í Grønulíð, og tað var í umhvørvinum har, vit fyrst komu at kennast. Gløggur, vitandi og forvitin var hann sum fáur og hesir eginleikarnir vóru eisini nakað, sum seinni fór at koma honum til góðar í hansara yrki sum lækni. Hann gekk í fólkaskúla í Venjingarskúlanum, har vit eisini gingu, og tað styrkti tíðliga vinabondini millum okkum enn meira. Tað var altíð hugnaligt at koma á vitjan hjá teimum í Grønulíð, tí har var altíð hjartarúm og mangt áhugavert prát.

Seinni fór hann niðan á studentaskúla í Hoydølum at ganga og tók studentsprógv har í 1982. Sum tann hugsanarsami og vitandi ungi maðurin, Dalli var, fall honum í lut at halda pisurøðuna tað árið og tað gjørdi hann meistaraliga. Dalli hevði longu frá heilt ungum árum hugsað sær at lesa til lækna og eftir studentspróvtøkuna gekk leiðin tí á Aarhus Universitet at lesa medisin. Honum dámdi væl lestrarumhvørvið í Aarhus og kom nógv saman við føroyingum har. Hann tók prógv sum lækni í 1992 og arbeiddi síðani á ymiskum sjúkrahúsum i Danmark og Grønlandi. Serstakliga tíðin í Grønlandi stóð sum nakað ógloymandi fyri hann og hann tosaði ofta um tíðina har. Tað var eisini í Grønlandi, at hann hittu konu sína Julie, sum arbeiddi sum læknaskrivara hjá honum. Tey fluttu aftur til Danmarkar og fingu seinni børnini Johan og Elin. Alt meðan framtíðin sá bjartast út hjá teimum, byrjaðu heilsutrupulleikar at taka seg upp hjá honum. Bert 34 ára gamal fekk hann staðfest Parkinsonsjúkuna, og hetta kom at merkja hann og familjuna álvarsliga. Sum nýggjur lækni visti hann, at tað eisini fór at avmarka hann í hansara yrki, og hann ætlaði tí at serútbúgva seg í almennum medisini, soleiðis at hann kundi arbeiða sum kommunulækni ella hava fyrisitingarligt arbeiði. Sjúkan versnaði tó skjótt og hann mátti tí gevast heilt við serútbúgvingini og at arbeiða sum lækni.

Minnini eru mong og dýrbar, tá ið vit líta aftur um bak til árini, sum okkum untist at hava saman við honum. Løturnar har vit í álvarsemi tosaðu um lívið, ið lá fyri framman, um avbjóðingarnar vit vildu royna og dreymarnar, vit høvdu. Løturnar í veitslulagi og kátu býtúrarnir í Føroyum og uttanlands. Løturnar tá ið vit í skellilátri lurtaðu eftir hansara nýggjastu skemtisøgum. Á ólavsøku var tað altíð ein fragd at koma á gátt hjá honum, ikki minst fyri at smakka hansara Tequila Sunrise sjussar. Rennitúrarnir inn á Sund, har ið hann altíð gav sítt ítasta, hóast vektin onkuntíð var í ovara lagi, standa týðiligir í minninum. Eisini túrarnir úti í náttúruni, har bara tað at vera saman og hava felags upplivingar hevði størri týdning enn tey stóru orðini. Lestrarárini har vit altíð høvdu tætt samband, hóast vit búðu langt frá hvørjum øðrum. Hugnaligar løtur saman við familjum okkara, har børnini Elin og Johan altíð vóru hjá honum, tí hann var jú heimsins besti pápi. Týðiliga í minninum stendur eisini tíðin aftan á væleydnaðu skurðviðgerðina hjá honum, tá ið hann tosaði um, at hann nú hevði fingið lívið aftur og nú aftur kundi loyva sær at droyma um framtíðina.

At lýsa Dalla sum menniskja í fáum orðum er ikki einfalt, tí hann var eitt ógvuliga víðfevnandi menniskja. Sum lækni rúmaði hann tað vísindaliga og greinandi, sum familjumaður tað inniliga og kærleiksfulla, og sum vinmaður var hann trúfastur, hjálpsamur, skemtiligur og altíð forvitin eftir at vita, hvussu okkara nærmastu høvdu tað. Hann var ein ógvuliga savnandi maður og hevði lætt við at knýta vinabond, allastaðni har ið hann búði.

Dalli var eisini ein maður við listarligum gávum, og ein stóran part av teimum seinastu árunum nýtti hann til at skriva sangir og at tekna. Sjálvt stóra danska tónaskaldið Kim Larsen skrivaði honum kort og rósti honum fyri hansara sangir. Fleiri ferðir hevði hann listaframsýningar við egnum tekningum. Hann var ein mentaður og vitandi maður og hevði luttikið i fleiri spurnakappingum bæði í Føroyum og Danmark við góðum úrslitum. Frítíðarítrivini hevði hann mong, tónleik, bókmentir, film, list og ikki minst sílafisking, og hann gekk so høgt upp í tað, at hann enntá gjørdi sínar egnu flugur til tráðuna.

Hóast sjúkan sum frá leið fylti nógv í hansara lívi og løturnar ofta vóru tungar, so var tað kærleikin til familjuna, ið gav honum orku til at stríðast víðari. Børnini Elin og Johan vóru hansara eitt og alt og tey góvu honum eitt ógvuliga ríkt lívsinnihald. Hjá teimum hevur tað verið hart at hava ein sjúkan pápa, men Dalli og Julie gjørdu alt, tey vóru ment, at børnini ikki skuldu merkjast av ringu lagnuni hjá pápanum. Tey eru í dag tvey ungfólk, sum Dalli og Julie kunnu vera errin av.

Ofta verður sagt, at eitt menniskja veksur við tí lagnu, sum tað fær, og hetta kann eisini sigast um Dalla. Hann stríddist líka til tað síðsta stinnur ímóti sjúkuni og royndi altíð at síggja tað positiva í lívinum. Líka til tað síðsta var hann skemtiligur sum hann altíð hevði verið. At hann hevði ringt við at tosa, var eingin forðing fyri at vit fingu tær síðstu skemtisøgurnar við, tí hann kundi jú nýta telduna til at skriva tær niður og senda okkum. Ofta vóru teldubrøvini undirskrivað við tí sjálvspeiandi heitinum Skandalli og tað var júst sermerkt fyri hann, at hann ikki tók seg so sjálvhátíðarliga.

Men lívsleiðin hjá tær var nú komin at enda, góði vinur, og vit, familjan og nógv onnur, ið stóðu tær nær sakna teg nógv. Alt ov tíðliga setti lívið tær avbjóðingar, sum fá onnur høvdu klárað so virðiliga og alt ov tíðliga rann lívið burtur. Til jarðarferðina í Hellerup sang systkinabarnið hjá tær ein sálm so vakurt og inniliga, og kórið Brage sang ein sang, sum tú hevði skrivað til teir. Tað rørdi okkum at vita, at hetta var eitt seinasta farvæl og at vit ikki fóru at síggjast aftur her á fold. Men eftir standa minnini um teg og tað fløvar at taka tey framaftur og hugsa um, hvønn týdning tú hevði her í tínum alt ov stutta lívi. Tað fløvar at vita, at tú læt so nógv dýrabart eftir teg og at tað, sum tú gavst, livir víðari og blómar. Takk fyri árini, vit fingu saman, og Harrin styrki tíni nærmastu. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um vinmannin Dalla.

---------------

Torkil og Zakaris