F. 01.08.1937 D. 27.11.2013 Góði Elskaði Eli, Nú er skjott eitt ár síðani tú varð tikin frá okkum, og eg vil siga at tað hevur verði eitt ár við einum tómrúmi og stórum sakni ongin at ringja til, og løgi at fara til Eysturoymna uttan at fara til Norðragøtu at vitja. Í dag hugsaði eg, kanska eg skuldi ringja til Eli tað er so longtíð síðani eg hoyrdi málið, men men so kom verðuleikin aftur og ja tað er so løgi at venja seg við at bæði mamma og tú ikki eru her meira.
Tad var so deiligt og hugnalig at koma at vitja og frá fyrsta degi føldi vit okkum vælkomin í tínum heimi. Eg minnist síðsta kvøldið vit tosaði saman var 25 nov, tú virkaði so væl fyri og lagið var gott sum altíð, hóast vit vistu at tú vart móður og sjúkan hevði merkt tín gerðandisdag fyrst við sorg og so av sjúku.
Tú hevði mist tríggjar konur. Nicala , Edith og so Ragnhild ( mamma ) sum tú eisini fekk nøkur góð ár saman við, og sum bert 17 mánar framanundan eisini var tikin frá tær.
Eg minnist at tú og eg sótu dagin eftur at mamma var farin og prátaði, eg segði at eg var so hørm um at tín lagna skuldi verða so hørð at tú aftur skuldi missa, men tú svaraði mær so væl, tú hevði haft eitt gott lív og var sera takksamur at tú hevði haft tríggjar deiligar konur sum tú var sloppin at elska og sorgina hevði tú lært at liva við. Sorgina bær tú flott, tí tað var hart hjá tykkum at missa.
Eg eri so sera takksom fyri at tú kom inn i okkara lívi, tú tók ímóti okkum við opnum ørmun, og at tú vildi verða abbi at okkara børnum, tær elskaðu abba og tær sakna teg so ómetaligani nógv, vit tosa ofta um ommu og abba og um tær hugnaligu løtu við hevði saman.
Eg, Dávur og genturnar vóru í Norðragøtu og ferðaðust í summarferðiuni og tað var sera hugnaligt, tómligt var tó uttan ommu men abbon var her og nógv góð minnir so vit hugnaði okkum sum fræðast.
|
Bjarti, Kristina og genturnar komu so ofta tey kundi so vit øll kundi verða saman og tað var nakað heilt serligt.
Men í síðstuni sóu vit at kreftirnar av álvara vóru farnar at bila og tað var ikki so lætt hjá tær at búgva einsamallur meira, so vit øll vóru so takksom fyri tá tú slapp á Gøtubrá at vera, so visti vit øll at tú var í góðum hondum, har var eisini so heimligt og øll vóru so blíð og fitt, men tað vóru bert nakrar mánaðir so mátti tú siga hesum jarðarlívi farvæl og í okkara lívi endaði eitt kapittul sum vit ikki vildu verið foruttan.
Góðu Guðrid, Bjørg, Bjarti og Marjun v/familju má Harrin styrki tykkum í sorg og sakn tykkara.
Elskaði Eli ( abbin ) takk fyri alt og hvíl í friði til vit aftur skulu síggjast.