Hin trettanda juli 2014 ein tungur og ein minnist ríkur dagur.
Hendan dag fari eg seint at gloyma, eg var til arbeiðis á Ellisheiminum, var og tosaði við pápa beint áðrenn eg fór heim henda sama dag, eg visti av at pápi var sjúkur, men at hetta var tann síðsta løtan vit kundu tosað saman kundi eg ikki goyma inni í mær sjálvum, eg vildi eiga mín pápa.
Eitt sindur út á seinrapartin tá tú systur ringir til mín, eg visti hvaðar leiðin gekk, heim til himmals til okkaru kæru Mammu.
Pápi! Tú vart ein pápi fyri okkum trýggjar systrarnar, tú hevði okkum við tær allastaðni hvar tú fórt, velta eplir ella aftur um heysti at taka eplir upp. Alt fyrifallandi arbeiði vildi tú hava okkum við, men drongurin í hesum arbeiði mundi mangan vera eg sjálv. Eg var góð við pápa eg livdi saman við honum, eg var altíð til at taka, at hjálpa har íð á stóð.
Pápi var komin upp í ein høgan aldur, og sum hann mangan tók til nú eru mínir dagar taldir, eg havi liva eitt gott lív, havið verið raskur at arbeiða bæði á sjógv og á landi.
Pápi var brotin úr einum kristnum heimi, hann røkti síni áhugamál til lítar, hann var virkin í missiónsarbeiðinum mest sum alla sína tíð, hann var væl avhildin sum organistur í Sørvágs Kirkju. Ì missiónshúsinum Libanon var Edvin tann sum átti at vera við, uttan hann kundi streingjakóri ikki syngja, trúfastur sum altíð og við sínum góðum gávum. Tað bleiv sagt í skemtiligum orðum, floyta bara í oyrðini á honum so dugir hann sangin.
Edvin varð sjómaður sum ungur maður, silgdi bæði við týskum trolarum við eingilsmonnum og tó mest við føroyskum skipum. Eftir sjólívið leygist hann upp á land at arbeiða, hann starvaðist hjá N.Niclasen timbur og handilsvirkið í nógv ár alt fyrifallandi arbeiði tó mest sum lastbilsjafør, hann starvaðist eisini hjá Landsverkið í nøkur ár til um pensiónsaldur.
Eftir eitt langt arbeiðslív og vorðin pensionist hevði Edvin góðan hug til at fara á flot, eisini bleiv ofta heitt á hann við fríviligum arbeiðsmegi sum t.d uppi í misiónshúsinum at taka eina hond í ella onkra aðrastaðni so var hann altíð tilreiðar.
Edvin var verfaðir mín hann var góður at koma saman við, hann var altíð til reiðar at hjálpa, saman við Astrid kundi alt lata seg gera, hon var drongurin hjá honum.
Edvin hevði bæði abbabørn og langabbabørn hann var góður við síni børn og tey vóru góð við hann.
Eisini áttu tit eina góða mammu, eg var altíð góður við mammu tykkara, hon var sjúk, men vísti ikki at hon var tað.
Saman við tykkum fari eg at minnast tykkara foreldur, míni verforeldur tykkara mammu og pápa - ommu – abba og langabbabørn.
Vilja vit við hesum orðum minnast okkara foreldur og verforeldur.
Estrid Thomassen
og
Edvin Thomassen
Við Sálma
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti,
Allir ljósir einglar fylgja tær.
Harrin, hann er vinur tín hin besti ,
Hansar eyga allar vandar sær.
Friður verið við tykkum