info
Ongi úrslit

Minningarorð um Heina Johansen

Javnaðarflokkurin
21. januar 2022 kl. 09:00

Mánadagin 17. jan. var dagurin, tá Heini Johansen í Vestmanna fylti 88 ár, men hesin sami dagur gjørdist eisini dagurin, tá Heini legði árarnar inn fyri seinastu ferð.

Heini var føddur og uppvaksin í Havn. Foreldrini vóru Herluf og Dagmar Johansen. Pápin var handverksmeistari, og fór Heini eisini at læra til handverkara. Men beint sum lærutíðin var um at vera av, fekk hann skaða í hondina, sum gjørdi, at hann mátti fara aðra lívsleið. Hann fór tí undir at fáa sær eina skrivstovu- og bankaútbúgving. Blaðungur kom hann í starv fyrst hjá Lønjavningargrunninum og síðan hjá Føroya Banka. Fyrstu tíðina arbeiddi hann hjá bankanum í Havn, men í 1963 varð hann settur sum deildarleiðari hjá Føroya Banka í Vestmanna, og í hesum starvi sat hann í gott og væl tríati ár.

Sostatt gjørdist Vestmanna nýggi heimstaðurin hjá Heina og konuni Finngerð Pætursdóttir Dam, sum var av Tvøroyri. Saman fingu tey tveir synir. Men í Vestmanna hava tey trivist øll hesi árini og gjørdust sjálvsagdur partur av vanliga bygdalívinum.

Eftir ógvusligu bankakreppurnar fyrst í 90´unum, varð virksemið hjá bankanum umskipað, og stórur partur av deildarleiðarunum fingu valið ímillum at fara frá við eftirløn ella taka av nýggjum starvsøki. Heini gjørdi tá av at gevast í bankanum. Men skjótt vóru boð eftir honum. Leiðslan í grannskoðaravirkinum Rasmussen og Weihe vistu um henda henduga mann og heittu á hann at gerast húsavørður í fyritøkuni. Hetta starv røkti hann fyrimyndarliga, til hann 80 ára gamal gjørdist pensjonistur burturav.

Longu sum blaðungur dámdi Heina væl at syngja. Hann var limur í Havnar Sangfelag og seinni sjálvandi eisini í Vestmanna Sangkóri, umframt at hann var fastur kirkjusangari í Vestmanna. Eisini dámdu honum væl at fara á flot og var eisini onkrar túrar til skips.  

Politiskt var Heini javnaðarmaður. Hann hevði ta lívsáskoðan, at samfelagið skuldi vera fyri øll, og at øll skuldu hava møguleikar. Ivaleyst hevur hann eisini fingið góðan stuðul frá konuni, sum frá upphavi hevði javnaðarstevnuna í blóðunum. 

Heini var stillførur maður, sum altíð var við tí góða boðskapinum. Hann skapti ró og trivnað rundan um seg og var tí lættur at vera saman við.  Eftir løgtingsvalið í 1990, tá Javnaðarflokkurin við 10 tinglimum skipaði samgongu, vóru boð eftir Heina. Hann var næsti maður á listanum hjá flokkinum í Norðsteymoy, og tá Arabo fór í landsstýrið, kom Heini á ting, og sat hann har fram til valið í 1994.

Hetta tíðarskeiðið var ivaleyst eitt tað mest baldruta tíðarskeið nakrantíð við bankakrakkum, fólkafráflyting, húsagangum og metstórum arbeiðsloysi. Tá kravdist, at politiska skipanin veruliga fór til verka at tálma negativu avleiðingunum av búskaparliga skrædlinum og at seta skipanir í gongd, sum aftur kundu geva fólki vón um eitt framtíðar lív. Hann var tí við til at fáa Samhaldsfasta virknan og at seta á stovn Als.

Sum tingmaður var Heini ein ótrúliga trúgvur og álitisvekjandi politikari. Hann var opin og samstarvshugaður. Hann var kanska ikkki tann við veipandi ørmum og harðmæltum røðum, men við sínum stillføra verumáta, dugnaði og stuðlaði hann. Hann fekk onnur at kenna seg trygg, hóast tað breyt í bæði borð. 

Vit í Javnaðarflokkinum takka Heina Johansen fyri hansara arbeiði í floksins tænastu serliga sum tingmaður, men so sanniliga eisini sum stuðul í lokala umhvørvinum.  

Vit drýpa høvur og lýsa frið um Heina Johansen úr Vestmanna.

Javnaðarflokkurin

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heilsuhjálparafelagið hóttir við verkfalli

6 minuttir síðan
Tíðindi

Fara at reinsa UV-anlegg

20 minuttir síðan
Tíðindi

Sambandsflokkurin heldur heystfund leygardagin

25 minuttir síðan
Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

1 tími síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

1 tími síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

4 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

9 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

9 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

10 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

10 tímar síðan