Mín elskaði abbi, tað er hart at skriva hetta, tí tú er ikki her hjá okkum longur. Vit sleppa ikki at síggja títt deiliga smíl og skálkabros...saknurin er ómetaliga stórur. Altíð, alt eg minnist, hevur tú fingið okkum at flenna og smílast við tínum søgum og orðum, teg kundi man altíð tvætla býtt við, líka til tað síðsta.
Eg og tú abbi, vóru nokkso lík haldi eg. Bæði nokkso treisk, tú meir enn eg allíkavæl og hetta gjørdi onkuntíð, at vit komu eitt sindur upp at skeldast, tí bæði vildu hava rætt. Men vit vóru eisini lík uppá tann mátan, at tað var skjótt yvirstaðið, eingin fekk rætt, men bæði hildu vit høvdu vunnið. Teg kundi man altíð fáa eitt gott kjak við, tað er so heilt sikkurt, man skuldi bara ikki vænta at man fekk rætt.
Eg havi altíð, líka frá eg var fødd, verið nógv hjá tær og ommu og eg elskaði tað, altíð trygt og gott. Eg og beiggi eru so jøvn í aldri, at hann næstan er sum mín stóribeiggi. Altíð slapp eg at vera við í øllum rokanum hjá tykkum og tað goymi eg væl í mínum hjarta. Tú fortaldi altíð søgur um ymiskt og eitt minnist eg, at tú plagdi at arga meg so illa við. Tað var at tað vóru nakrir “krevitokkar” úti á Bakka, eg var so bangin fyri hesum “krevitokkunum” fyristillaði mær, at tað vóru nakrir yvirvaksnir krabbar, sum komu upp á land úti á Bakka og tú flenti bara. Okkara festligi fitti abbi.
Tá eg bleiv tannáringur kom eg vestur til tykkum, hvørt einasta vikuskifti.....at tit orkaðu!! Eg vænti at omma ofta hevur verið noydd at skava útyvir genturoksið av mær og Guðrun, á denn sminka, klæðir, sangur, dansur og látur av okkum hevur verið, men vit vóru altíð vælkomnar og eg minnist einki til, at tit nakrantíð hava talað at, dugi væl at fyristilla mær, at tað kann hava verið puff og suff av tær abbi.
Eg gjørdi teg til langabba, kanska nokkso tíðliga, haldi tú var 64 ár. Eg minnist, at eg var bangin at skulla siga tær tað, so mamma mátti gera tað. Tú segði bara, at øll kunnu altso ikki bíða í ævir at fáa sær børn. Tú og omma hava altíð verið so góð við okkum ommu- og abbabørn og so eisini langommu- og abbabørnini tá tey komu. Øll elska at koma á gátt hjá tykkum. Nú kláraði tú ikki at uppliva tað at skulla blíva oldurabbi, men tú visti, at tú skuldi vera tað og var so glaður um tað og tú gav teimum ungu nøkur góð klók orð á vegnum frá sjúkrasongini.
Vit hava í nógv ár vitað, at tú hevur verið sjúkur, men tað merkti man ikki á tær, rokaðist sum altíð. Men knappliga versnaði tú og sjúkan fekk takið á tær. Tú var tann sami abbi líka til tað síðsta, sjálvt um tú ikki orkaði tað stóra, vit kundu sita og práta og bara vera um teg. Sinnalagið og títt glaða lyndi fór ongan veg. Eg eri so glað fyri, at eg kundi vera hjá tær, tær síðstu næturnar og tímarnar abbi. Tað var so friðsælt og eg fari at goyma tað altíð í mínum hjarta.
Saknurin er stórur hjá okkum øllum, tú manglar tá man kemur norð til tín og ommu. Tú segði altíð við okkum, at vit ikki skuldu syrgja og gráta um teg, men tú manglar og onkuntíð má sorgin sleppa framat. Tú hevur givið okkum nógv minnir og stuttligar løtur, so láturin ljóðar eisini.
Tú hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta, mín elskaði abbi .
Hvíl í friði.
----
Abbadóttir tín Miriam