Anna er farin. Brádliga. Alt ov tíðliga. Bert 48 ára gomul.
Sjálvandi vistu vit, at Anna var sjúk. Álvarsliga sjúk. Men hon hevði vunnið á herviliga krabbanum eina ferð áður, so vit biltu okkum inn ella vónaðu í hvussu er, at hetta sterka og treiska kvinnumenniskja skuldi vinna á herviligu sjúkuni eina ferð enn. Men hesa ferð tapti hon.
Í tvey ár bardist hon. Onkuntíð hevði Anna tamarhald á sjúkuni og kom til arbeiðis hjá okkum í Kringvarpinum. Aðrar tíðir mátti hon geva eftir fyri sjúkuni. Men altíð við vónini um at koma sterkt aftur, og altíð við einum fóti innanfyri hjá okkum í Kringvarpinum. Tí óansæð hvussu illa stóð til hjá Onnu, so hevði hon altíð viðmerkingar til tíðindaflutningin í Kringvarpinum. Bæði positivar og negativar, men altíð erligar. Tí soleiðis var Anna.
Øll sum eru so heppin at hava havt Onnu í sínum lívi vita, at hon var eitt fjálgt og sosialt menniskja. Hon hjúklaði um sína familju og vinfólk. Og sanniliga eisini um sínar starvsfelagar. Onkuntíð kom hon við lekrum køkum, tí nú skuldi ein nýggj uppskrift roynast ella hon hevði havt bindiklubban á vitjan kvøldið fyri og hevði gjørt so mikið av søtum, at avlop eisini var til okkum á deildini. Aðrar tíðir kom hon við tí lekrasta turra trolarafiskinum, sum hon hevði fingið frá sjeikinum, Willa.
Onnu dámdi eisini væl einsemi og frið. Hon hevði ikki børn og fylgdi tí ikki klokkuni líka neyvt sum vit onnur. Hon var ofta uppi, meðan vit onnur svóvu. Onkuntíð sum náttarravnur, aðrar tíðir sum morgunmenniskja. Hon tonkti og arbeiddi so væl, tá friður valdaði. Tað var tí slett ikki óvanligt at fáa teldupostar frá Onnu tey mest ókristiligu tíðspunktini á døgninum, tí nú hevði Anna eitt hugskot ella eina meining um eitthvørt, sum hon vildi deila við okkum onnur. Eg lærdi meg skjótt at gera telefonina ljóðleysa um náttina, tí tað skortaði ikki við íkasti frá Onnu. Altíð nærløgd og umhugsin, tí soleiðis var Anna.
Hendan vituga kvinnan kom í Kringvarpið at arbeiða í 2010. Áðrenn hevði hon verið journalistur á Sosialinum. Upprunaliga útbúgvin cand.mag í enskum og donskum, men hennara alskur til journalistikkin gjørdi, at hon eisini nam sær útbúgving sum journalistur. Hon hevur seinastu árini starvast sum journalistur og sum lærari í miðlavísindi á Setrinum og sum lærari í Hoydølum og á Kambsdali. Soleiðis hevur Anna givið sína vitan og menniskjaliga tilvit víðari til spírandi ungu heilarnar í Føroyum. Soleiðis var Anna. Eitt gávumilt menniskja.
Besta Anna, takk fyri alt tað tú leggur eftir tær.
Góðu Hjørleif, Wille, Janus og Heðin við familjum. Okkara tankar eru hjá tykkum í hesu sváru tíð.
Hvíl í friði.
Liljan Weihe,
Kringvarp Føroya