Minningarorð um starvsfelaga og vin okkara, Hjalmar Holm

Góði Hjalmar. At vit nú sita og skriva minningarorð um teg kennist tungt og møtumikið. 

Vit skilja enn ikki, at tú var tikin og saknurin situr enn líka tungur á okkum nú, sum hann gjørdi tá fyrst vit frættu, at tú var deyður.


Deyðin er sum oftast óvæntaður gestur og hetta er einki undantak. Tann leygarmorgun vit fyrst fingu tað at vita, kendist tað sum onkur hevði gjørt eitt mistak. Tað kundi ikki verða Hjalmar Holm, ið talan var um. Vit sóu fyri okkum, at tú kanska sat og smáflenti eftir hesum mistaki. Sum fráleið skiltu vit, at hald var í søgunum. Tað var tú, ið talan var um. Kenslan, ið tá byrjaði at leggja seg omaná okkum er ring at siga frá. Óveruligt, meiningsleyst, skelkandi, órættvíst! Tað vórðu nakrar av kenslunum, ið komu fram. Hetta sæst eisini aftur í øllum boðunum, ið blivu send til tín Facebook vanga. “Tann besti er tikin frá okkum”, “Fittari persóni skal mann leita leingi eftir” og  “Skemtingarsamur, hjálpsamur og vinarligur” vórðu nøkur av boðunum, ið vórðu send tær.

Vit á Vodafone kunnu taka undir við øllum hesum. Tú var hjálpsamur, segði ongantíð nei, klárur við tí góða og, ikki minst, skemtingarsamur og altíð klárur við eini góðari. Hetta kom eisini greitt til sjóndar útfrá tí stóru fjøld, ið fylgdi tær til gravar og møtti upp til ervið í Sjónleikarahúsinum.

 

Á minningarhaldinum mánadagin eftir deyðsboðini lá ein farri av sorg og trilvan yvir arbeiðsplássi. Tað var ringt at fyrihalda seg til hvat var hent. Tað er tað í ein ávísan mun enn. Spurningarnir eru enn teir somu og saknurin er enn líka stórur.

 

Deyðan koma vit ongantíð at skilja, men vit læra okkum at liva víðari við tí og teim broyttu umstøðunum. Tað vit kunnu gera nú er at minnast teg og finna gleði í teimum mongu góðu minnum, ið vit hava um teg.

 

Vit kunnu taka til okkum orðini hjá Martin Joensen úr sanginum ‘Lat Meg Goyma Teg’, ið hann sang til okkara á minningarhaldinum:

 

Gev mær tónar, gev mær røddir,
gev mær lut í tínum lag.
Hoyr ein moll ímillum durir,
hann fylgir tær avstað.
Til eina ferð vit síggjast aftur
goymi eg teg her hjá mær.
Gev mær tónar, gev mær røddir,
lat meg meg goyma teg.
   

 

Okkara samkensla fer fyrst og fremst til foreldur Hjalmars. Saknurin, ið tey sita við er tann tyngsti, men vón okkara er, at tey sum tíðin fer, eisini finna gleði í teim minnum og gleðiligu løtum, ið teimum untist at hava saman við Hjalmar.

 

Vit vilja við hesum lýsa frið yvir minnið um okkara starvsfelaga og vin, Hjalmar Holm.