Minningarorð um Turid Trier Ludig, 6. apríl 1967 – 3. januar 2015

Árið byrjaði við sorgarboðum úr Ikast um, at tú, kæra vinkona, var farin foldum frá bert 47 ára gomul. Boðini komu ikki heilt óvæntað, tí síðst í november fekk tú boðini um, at nú var eingin viðgerð at taka til í stríðnum móti krabbanum, sum hevði verið óynsktur gestur í tínum kroppi síðani á heysti 2008.

 

Tá ið tú ringdi og segði mær frá keðiligu boðunum í november, segði tú, at tú hevði sett tær fyri, at hetta skuldi vera besti desember mánaður nakrantíð, og at øll tíðin skuldi brúkast til hugna saman við familjuni.  Fremst í tínum huga vóru altíð tíni kæru, Tim og døtrarnar Sara, Fia, Maria og Tora, og tú brúkti stóra orku at fyrireika tey upp á tíðina, tá ið tú ikki var her meira. Tá ið tú á Herlev sjúkrahúsi í september greiddi mær frá, at tú var byrjað at skriva brøv til døtrarnar og segði frá øllum tínum tonkum, fann eg ongi troystarorð, tað rakti ov meint. Men myndin av tær gjørdist bara vakrari og klárari – henda myndin, sum byrjaði at taka skap, longu tá ið tú sum 11 ára gomul flutti úr Danmark til Glyvrar saman við mammu, pápa og beiggja tínum.  Eg minnist, hvussu vøkur tú var, og at tú - við tínum brúnu eygum og longu brúnu flættum - líktist Laura Ingalls frá “Det lille hus på prærien”.

 

Eg kendi meg hepna, at okkara foreldur kendust frammanundan, tí tað gav mær ein ávísan framíhjárætt at fáa teg at sita við mína lið í skúlanum. Og frá fyrsta degi átti eg nú ein besta vin við mína lið.

 

Vit sótu lið um lið øll árini í fólkaskúlanum, studentaskúlanum og kvøldskúlanum. Vit sótu lið um lið heima hjá tær og teknaðu, spældu kort, lurtaðu eftir tónleiki ella gjørdu mat. Lið um lið við láturkrampa í Glyvra Bio, lið um lið á bókasavninum og lósu bøkur. Vit spældu lið um lið á fótbólts- og hondbóltsliðnum hjá NSÍ og á hondbóltslandsliðnum. Vit svóvu lið um lið í telti í haganum, í Skálabotni ella hjá ommu og abba tínum á Nesi, tá ið vit spældu hondbólt í Suðuroy. Vit gingu lið um lið og seldu bøkur ymsa staðni í  Føroyum. Vit arbeiddu lið um lið á Bakkafrost, Lynfrost, í kiosk og grillbar. Og seinni, tá ið vit báðar vóru fluttar til Danmarkar í lestrarørindum var tú gumma til mín fyrsta fødda og eg til tína fyrstu føddu. 

 

Tú og Tim hittust, meðan tit bæði lósu sálarfrøði í Århus og skjótt rann saman millum tykkum, og tað var vakurt at síggja, hvussu góð tit vóru, og hvussu familja hansara tók teg í favn við opnum ørmum. Til brúdleypið í Århus vóru eg og okkara felags vinkona, Durita Brattaberg, bodnar við, og betri brúdleyp hava vit neyvan verið til. Árini gingu skjótt og tit fingu fyrst tríggjar døtur, Sara, Fia og Maria við tvey ára millumbili og sjey ár eftir Mariu kom Tora. Tú setti lesnanin í bíðistøðu meðan gentirnar vóru smáar og tú raðfesti familjuna fram um alt annað, ikki tí tú kendi teg noydda, men tí tú elskaði at vera mamma, at vera kona Tim. Heimið hjá tykkum var fult av kærleika og virðing, og tann nógvi trafikkurin av vinum hjá døtrunum bar boð um, at her kendu øll seg vælkomnan. Júst soleiðis sum eg minnist heimið hjá tær inni á Glyvrum. Tú og Tim brúktu eisini stóra orku og vóru álitisfólk innan ymsar felagsskapir í skúla og frítíðar høpi í Ikast, júst sum eg minnist at tíni foreldur eisini gjørdu tað, tá tit búleikaðust á Glyvrum. Partur av tínum dna’ið var eisini tokkin til og umsorganin fyri teimum, ið høvdu verri umstøður enn tú sjálv.

 

Seinastu mongu árini hava vit tríggjar, tú og Durita, hitst so ofta sum til bar, hóast vit búðu í trimum ymiskum londum. Heitir pottar í Íslandi, gongutúrar í Føroyum, býartúr í Århus. Seinastu ferð, vit hittust, var hjá tær í Ikast í november í fjør, og tú hevði keypt okkum ein túr á Kur og Spa í Vejlefjord Hotel. Tú var illa fyri, segði tú, áðrenn vit komu at vitja, men einki kendu vit á tær, tí tú lat ongantíð illa at. Tú var løtt á fótum sum altíð, hevði gjørt lekran mat og hetta kvøldið, áðrenn vit skuldu avstað aftur, hugnaðu og skemtaðu vit okkum sum altíð, hóast lívsins álvarsemi lúrdi handan løtuna.

 

Í fullsettari kirkju í Ikast 8. januar søgdu allar hundraðtals blómurnar søguna um teg Turid, søguna um eina elskaða konu, mammu, dóttur, systur, vinkonu, starvsfelaga - eitt elskað menniskja. Í síni talu segði presturin, eftir boðum frá tær, at tú vildi ikki, at nakar segði, at tú hevði tapt dystin móti krabbameini; nei, tú hevði vunnið lívið; lívið saman við tínum kæru, sum tú elskaði yvir alt. Og júst meðan prestur talaði, sendi sólin sínar lívsjáttandi strálur inn í ta annars vetrarmyrku kirkjuna, og vit kendu, hvussu ljósglæman gav okkara sorgarbundnu sálum eitt klemm.

 

Á veg úr Føroyum til Danmarkar til tína jarðarferð festi eg hesa kvøðu til tín á blað:

 

Áirnar er fyltar við tárum úr erva,
hvør tindur klæddur í hvítt brúðarlín,
oyggjarnar hálsfevnast við døggvátum ørmum,
og sólin sendir eitt stokkut smíl úr hválvinum,
soleiðis heilsa Føroyar tær farvæl, kæra vinkona

nú eg siti í flogfarinum ávegis ta tungu leið
at fylgja tær til tín síðsta jarðarstað

 

Trúgvi fylgisveinurin á ferðini eitur meiningsloysi

- meiningsloysið yvir, at tú, einastandandi vakra menniskja, skuldi fara alt ov ung,

undir liðini situr eisini stóra sorgin

- sorgin yvir ongantíð aftur at hoyra tín livandi látur ella síggja títt yndisliga andlit,

men í einum lítlum hjartakróki situr eisini takksemið

- takksemi yvir, at mær í 36 ár untist at kenna teg og kalla teg vinkonu mína

 

Í mínum hugaheimi havi eg bygt eitt vakurt slott
har øll tey litføgru minnini um teg búgva
og hóast eg enn varðisliga og tøvandi banki á dyrnar
so veit eg, at onkuntíð, tá ið sinnið er styrknað,
bresti eg hurðina upp og kenni meg sum heima

 

Listin av vøkrum lýsingarorðum um teg er langur og nógv kundi verið skrivað um øll tíni góðu evnir til alt, tú tókst við, men størstu evnini hevði tú at vera menniskja, meðmenniskja og fyrimynd, og tey fræ, tú hevur sáðað í okkum mongu hepnu, ið hittu teg á lívsleiðini, hava fest røtur.

 

Í skrivandi stund kenni eg meg fátæka at hava mist teg, og tó, kenni eg meg so ríka, at eg fekk høvið at kenna teg. Takk fyri brævið, tú sendi mær til jóla, har tú minnist aftur á góðar løtur saman. Tað goymi eg sum reyðargull. Tú hevur sett tey vakrastu sporini í mína sál. Mínir tankar leita hvønn dag til tykkum – Tim, Sara, Fia, Maria, Tora, Brynhild, Arne, Jóan Petur, Kirsten, Bent, Karen og Jakob við familju – ið kenna saknin og tómrúmið eftir Turid, nú gerandisdagurin eirindarleysur gongur sína vanligu gongd.

 

Ærað verið minnið um Turid Trier Ludvig

 

Urd