Tá eg las greinina hjá Kai Leo Johannesen " Formaður Javnarfloksins: Hasard at spyrja Føroya fólk", ógvaðist eg við.
Tað var ikki tað, at landsins stóru kanónir nú eru farnar at sitera brot úr skilagóðum javnarrøðum, sum skelkaði meg. Tað gjørdi Sjúrur Skaale eisini. Nei, skelkurin kom til mín, tí formaður Sambandsflokksins er so stuttmintur. Ja nærmast ómintur. Hann sigur soleiðis í Dimmalætting 30.0kt:
"Eg hevði ikki droymt um at nakar politikari ella rættari sagt demokratur var bangin fyri at spyrja sítt egna fólk"
Hetta sigur Kai Leo, hóast hann, einans 5 dagar framman undan, stemmaði nei ímóti at lata føroyingar fáa orðið. Tann 25. oktobur ætlaðu tingmenn at spyrja føroyingar, hvat tey hildu um, at vallógin var broytt í óðum verki. Hetta kundi gerast uttan nakað hóasták, tí Føroya fólk skuldi á Fólkatingsval kortini. Tá atkvøddi Kai Leo Johannesen nei. So Kai Leo Johannesen, hvat tú droymir ella ikki droymir. Vit eru tíbetur fleiri, sum minnast longri enn 5 dagar
Vísið ónøgd
Hetta er eitt ræðandi dømi um, hvussu lætt teir ráðandi fara um egnar dáragerðir. Latið teir ikki sleppa so. Vísið ónøgd.
Farið á val og setið x við meg á lista c. Eg eri eitt óskrivað blað í politikki. Mítt ark er snjóhvítt í hesum høpi. Setið x við meg og latið stemmu tykkara standa sum eina undirskrift ímóti tí galskapi, vit sóðu, tá maktgreðingarnir gróvu demokratiið undan okkum.
Tín atkvøða er ein undirskrift. Gev mær hana, so eg áhaldandi kann minna teir á hetta óamannaverk. Teir eiga ikki at gloyma, men læra av sínum feilum.
Vísið ónøgd
Setið x við lista c, einasta flokkur sum vísti ábyrd 25. okt