Hettar er undirgravandi virksemi av allar grovasta slag, tí føroyski fiskimálaráðharrin hevur alment úttalað, at føroyski parturin, í minsta lagi, skal vera nakað, ið líkist 15%. Um hettar fór fram aðrastaðni, hevði ákæra óivað verið reist um landasvik, tí mótpartarnir (hini londini) fylgja væl við, um hvat verður sagt í Føroyum og vilja brúka hettar ímóti okkum.
At sjónvarpsverturin er sonur fyrrverandi stjóran á føroysku Havstovuni, setir eisini aðrar tankar í gongd. Hettar átti somuleiðis at fingið álvarsligar avleiðingar fyri stjórn og programmleiðara í SvF.
Hvørt % er vert á leið 65 milliónir krónur um árið fyri Føroya land, so talan eru um hundraðtals milliónir, sum vit standa til at missa, grundað á hettar undirgravandi virksemið.
Tað er eyðsæð, at fyrrverandi formaðurin í Reiðarafelagnum er boðberi fyri JFK, har hann starvaðist í yvir 50 ár. Hettar er eitt grovt dømi um, at ein ávís fyritøka roynir at fáa eina avtalu ígjøgnum, sum er til fyrimuns fyri hesa fyritøkuna her og nú, men ein ómetaliga vánalig avtala fyri Føroyar land. Tað sum í hesum førinum býr aftanfyri er, at JFK nýtir gott av, at Føroyar hava givið russum 25.000 tons av makreli í umbýti við tosk fyri 2011. Um tað eydnast JFK at bera so í bandi, at Føroyar fáa eina skjóta og vánaliga makrelavtalu, so fáa teirra skip loyvi at fiska tosk í norskum sjógvi. Taparin verður Føroya land við einum árligum missi á fleiri hundrað milliónir krónur.
Undir samráðingum átti tað at verið bannað, at einoghvør kann úttala seg alment um samráðingar-viðurskiftir, og skaðandi úttalilsir áttu at verið hart straffað, eitt nú við tikið kvoturnar frá reiðarínum, sum stendur aftan fyri hettar undirgravandi virksemið.
Við Nýggjárskvøðu