TÓNLEIKUR
Hesi bæði fara at framføra síðst í hesum mánaðinum. Elisabeth Westenholz leggur fyri á klaverinum. Hon fer, eftir egnum ynski, at framføra tær so víðakendu Diabelli-variatiónirnar fyri soloklaver leygardagin 27. august kl. 19.30 í Læraraskúlahøllini. Konsertin er til heiðurs fyri listamálaran Eyvind Mohr, sála, ið var vinmaður Elisabeths. Eyvindur yndaði allan góðan tónleik og serstakliga Beethoven.
Sunnudagin verður so konsert við næmingum á Tórshavnar Musikkskúla, ið hava luttikið á sokallaðum master-skeiði hjá Toke Lund Christiansen. Hetta, at vitjandi tónleikarar hava undirvísing í samband við vitjanina, er nærum vorðin fastur táttur í fyriskipanini. Tað eru nógvir dugnaligir floytunæmingar á Tórshavnar Musikkskúla og verður spennandi at hoyra, hvat ið Toke, ið er lærarari á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum, kann fáa burturúr hesum ungu talentunum.
Henda konsertin verður sunnudagin 28. august kl. 16.00 í Læraraskúlahøllini.
Ókeypis atgongd er til báðar hesar konsertirnar.
Mikudagin 31. august kl. 19.30 verða so tey bæði at hoyra í Norðurlandahúsinum. Har fara tey at borðreiða við einari fjølbroyttari skrá. Á skránni er barokk-tónleikur eftir Johann Sebastian Bach, floytukrás eftir Friderich Kuhlau, ið hóast týskføddur, ídag verður roknaður sum eitt tað mætasta danska tónaskaldið. Kuhlau er serstakliga yndaður av floytuleikarum. So er franskur tónleikur at hoyra eftir Francis Poulenc. Hansara mæta Sonata fyri floytu og klaver, er eitt av høvuðsverkunum innan kamartónleik úr 20. øld. Albert Roussel hevur skrivað eitt verk, ið hann nevnir »Floytuleikarar«, har ið hann ímyndar sær fýra ymsar mytologiskar persónar, ið allir eru floytuleikarar, m. a. Pan og Krishna.
Tey bæði, Elisabeth Westenholz og Toke Lund Christiansen hava á hvør sínum økið verið sera frammaliga í altjóða høpi. Elisabeth framførir allar teir gomlu meistararnir Mozart, Beethoven, Schumann, Grieg, Rachmaninoff og eisini hevur hon nýliga verið solistur í Skt. Pætursborg, har hon framførdi fyrstu klaverkonsertina hjá Sjostakovitj. Sum kamartónleikari ferðast hon víða og hevur innspælt fyri fremstu plátufeløgini, m. a. BIS og Kontrapunkt.
Toke Lund Christiansen er solofloytuleikari í Radiosymfoniorkestrinum í Keypmannahavn og sum nevnt er hann eisini millum fremstu kennarar í Norðanlondum. Hann hevur ferðast kring allan knøttin við floytukynstrum sínum. Hann hevur harafturat innspælt hópin av fløgum og nýliga var hann á konsertferð í Japan, við tí vælkendu floytukonsertini eftir Carl Nielsen.
Konsertfelagið er sera fegið um at tað hevur eydnast at fáa hesi bæði at vitja. Eisini er tað gott, at tey leggja okkurt eftir seg við at geva frálæru til ungu talentini á Tórshavnar Musikkskúla.