Minnisløta á Tinghúsvøllinum

Rasmus Effersøe 150 ár:

Í samband við, at tað í dag, tann 30 mai, eru liðin 150 ár, síðan Rasmus Effersøe varð føddur, var ein minnisløta við standmyndina av Effersøe á Tinghúsvøllinum í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Edmund Joensen, løgtingsformaður at hilda røðu og løgdu blómur við minnisvarðan.


Rasmus Effersøe varð føddur í Trongisvági tann 30. mai 1857 og doyði í Tórshavn tann 23. mars 1916. Hann er kendur fyri sínar yrkingar, sum vóru bæði sálmar og sangir. Serliga eru fosturlandssangirnir kendir. Eisini skrivaði hann fleiri sjónleikir.


Rasmus Effersøe var framburðsmaður og var við í nógvum átøkum og við til at stovna ymisk feløg, sum í síni samtíð vórðu ætlað at bøta um samfelagsviðurskiftini. Nevnast kunnu eitt nú Sjúkrakassin og Havnar Avhaldsfelag.


Eisini á ítróttarøkinum hevur hann sett síni spor. Hann var millum annað millum fyrireikararnar av fyrsta kappróðrinum, sum hildin varð ólavsøkudag 1887.


Rasmus Effersøe var útbúgvin landbúnaðarráðgevi, men tókst umframt eisini við blaðskriving. Hann var millum annað blaðstjóri á Dimmalætting, og tá fráhaldsrørlsan, har hann var virkin, í 1910 gav út blaðið “Dúgvan”, var hann sjálvsagdur blaðstjóri.


Hann fekk búnaðarprógv í 1879 og var landbúnaðarráðgevi frá 1889 til 1916 og

løgtingsmaður fyri Suðurstreymoyar valdømi frá 1897 til 1901.


Í minningarorðum um Rasmus Effersøe í Dúgvuni í mars 1916, sigur Poul Niclasen millum annað, at: “Rasmus var av siðuligastu og fólkaligastu monnum”.


Endað verður soleiðis: “Minnið um Rasmus Effersøe eigur at verða og verður óivað goymt av komandi ættarliðum, so leingi sum Føroyar standa. Neyvan verða mangir menn bornir í heim her á landi sum skaldið og menniskjað Rasmus Effersøe.”