Minnist tú hesa?

Nokia 3310 verður nú aftur á marknaðinum

HMD Global hevur avgjørt at endurútgeva ikonisku Nokia 3310. Tú kanst vænta tær allar tær góðu eginleikarnar, sum telefonin hevði, tá hon fyri 17 árum síðani kom á marknaðin fyri fyrstu ferð, og nakað afturat. 

 

Nýggja útgávan skal vera líka a haldgóð, sum tann gamla og battaríið skal eisini halda væl - tú kanst tosa í 22 tímar áðrenn løðast skal aftur. Eisini skal nýggja útgávan hava nostalgiska spælið 'snake'. 

 

Sniðgevingin á telefonini er broytt nakað, og nýggja útgávan hevur eisni myndatól, litskerm og aðra stýriskipan.

 

Hetta er ein sokallað 'dumbphone', og eitt møguligt mótspæl til snildtelefonina, sum til tíðir kýtir okkum ov væl saman við umheiminum. Við hesi retro telefonini hevur tú møguleika at sleppa tær undan øllum tí sambandi, sum snildtelefonin hevur tær við umheimin.